Annað

Svimjararnir taka seg fram í Helsinki

Fleiri persónlig met eru sett á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni.

2018-07-09 10:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Evropeisku JuniorMeistarastevnan í svimjing er í hesum døgunum í Helsinki í Finnlandi, og føroysku svimjararnir standa seg væl. Fleiri av svimjarnunum hava sett persónlig met á stevnuni.

Fyrsta dagin setti Rani Jacobsen persónligt met í 200 metrar bringu, tá hann svam teinin á 2:34.49. Gamla metið varð 2:36.00.

Á næsta degnum setti Rókur Trygvason persónligt met í 100 metrar frí við tíðini 54.39 sek. Gamla metið var á 54.63 frá Reykjavik International í januar.

Triðja dagin vórðu eingi persónlig met sett, men fleiri vórðu á fjórða degnum. Alisa Vestergård setti persónligt met í 50 metrar frí við tíðini 28.42 (gamla metið var 28.52); Johan N. Dam setti persónligt met í 200 frí við tíðini 2:00.70 (gamla metið var 2:02.41); og Rebekka Trygvadóttir setti persónligt met í 200 metrar blandið við tíðini 2:32.43 (gamla metið var 2:32.49).

Í gjár á fimta degnum setti Rókur Trygvason sítt næsta persónliga met á stevnuni, tá hann setti met í 50 metrar frí við tíðini 24.51 sek. Gamla metið var 24.52.

Kelda: Svimjing.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder