Í eina tíð hevur svimjifelagið Flot uttan úrslit roynt at fáa atgongd til nýggju svimjihøllina í Runavík, Bylgjuna. Men tað sleppur felagið ikki.
Svimjifelagið Flot varð stovnað, tá svimjihøll kom í skúlanum á Toftum. Í løtuni eru áleið 80 prosent av teimum 140 virknu limunum úr Runavíkar kommunu, og felagið hevur eisini síðan 1999 havt formann og bústað í Runavíkar kommunu.
Men av tí, at Runavíkar kommuna sær Flot sum eitt felag heimahoyrandi í grannakommununi, er kommunan ikki sinnað at gera felagið Flot til ein part av virkseminum í nýggju stásiligu svimjihøllini í Runavík.
Í staðin verða royndir nú gjørdar at fáa lív í aftur felagið Neptun, sum í síni tíð varð stovnað í sekstiárunum sum svimjifelag við endamáli at fáa til vega svimjihyl í kommununi, so at hetta felagið kann vera tað, ið skal standa fyri felagssvimjing og kappsvimjing í Bylgjuni.
Sum skilst harmar tað stórliga felagið Flot, at Runavíkar kommuna ikki er sinnað at gera hetta virkna svimjifelagið til part av nýggju svimjihøllini.
Felagið skrivar soleiðis í eini dagføring á Facebook:
--
Sum ført varð fram á aðalfundinum í apríl 2025, arbeiðir Flot við at koma inn í nýggja svimjihylin í Bylgjuni.
Vit hava roynt hetta síðani 20. mars 2023, men hevur tað ikki eydnast. Grundgevingin hevur allatíð verið, at felagið er skrásett í Nes kommunu, og av hesi orsøk vil Runavíkar kommuna slett ikki tosa við Flot – hetta hóast 140 av virknu limunum í Flot (áleið 80%) eru úr Runavíkar kommunu.
Felagið hevur meir enn 40 ár á baki. Undangongufólk okkara eins og vit, sum nú eru í Flot, hava ongantíð hugsað um ella lagt dent á kommunumark og mett verður ikki, at hetta skal forða okkara svimjarum í at mennast.
Fyri at okkara svimjarar skulu fáa betur venjingarumstøður, er skrásetingin av Svimjifelagnum Flot broytt, so felagið nú hoyrir heima í Runavíkar kommunu, har í tað hevur havt postadressu og formann síðani 1999.
Eftir hesa broyting, hevur tað framvegis ikki eydnast at fáa eina váttan frá Runavíkar Kommunu um, at Svimjifelagið Flot sleppur at venja í nýggju svimjihøllini. Grundgivið verður m.a. við, at felagið framvegis hoyrir heima í Nes Kommunu, tí venjingin hjá felagnum fer fram har. Viðmerkjast skal, at einasti svimjihylur á eystara armi á Skálafjørðinum hevur verið á Toftum, og tí hevur felagið – sjálvandi – vant har. Samstarvið við Nes Kommunu verið fyrimyndarligt øll hesi ár.
Runavíkar kommuna hevur tó brúkt Svimjifelagið Flot til ymiskt
- svimjing yvir um Skálafjørðin á stevnum
- ráðgeving til byggingina av svimjihøllini, t.d. hvat krevst til eitt svimjifelag og hvussu høllin best kann nýtast til kappingar.
Tað er tí keðiligt at staðfesta, at Svimjifelagið Flot framvegis ikki hevur fingið váttan um, at felagið kann sleppa at hava venjingar í nýggju høllini.
Viðvíkjandi áhugafelagnum Neptun, hevur tað ikki verið viðkomandi at tosa um at leggja tvey svimjifeløg saman, tí Neptun ikki er eitt svimjifelag, men eitt áhugafelag við endamáli at byggja svimjihyl til Runavíkar Kommunu.
Flot arbeiðir framvegis við at fáa venjingartímar í nýggju svimjihøllini, og vónandi kunnu limir okkara, harav størsti parturin eru borgarar í Runavíkar Kommunu, eisini fáa gleði av fantastisku, nýggju umstøðunum.
Svimjifelagið Flot hevur svimjarar úr øllum bygdunum við Skálafjørðin og aðrastaðni í Eysturoynni við. Øll eru vælkomin at venja við Svimjifelagnum Flot.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald