Annað

Svimjifelagið Hellifossur nýtt felag í Svimjisambandi Føroya

Hellifossur, sum hevði stovnandi aðalfund 5. oktober hevur heimstað í Kvívík – Svimjisamband Føroya hevur nú sjey virkin feløg.

2023-10-21 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya  samtykti hóskvøldið 19. oktober, at góðkenna Svimjifelagið Hellifoss í Kvívík sum lim í SSF, og hevur sambandið tí nú sjey virkin feløg, verður boðað frá í tíðindaskrivi.

Svimjifelagið Hellifossur hevði stovnandi aðalfund hósdagin 5. oktober, har nevnd varð vald og viðtøkur samtyktar, sum eru grundaðar á standardlógunum hjá ÍSF fyri nýggj ítróttarfeløg.

Hellifossur hevur heimstað í Kvívík, og er fyrsta nevndin: Sára Midjord, forkvinna; Helgi Simonsen, næstformaður; Joan M. Joensen, skrivari/kassameistari, og tiltakslimir Benadikta Debes; Anja Eydnudóttir; og Torstein Paulason Brattaberg.

Umsókn um limaskap varð send til Svimjisamband Føroya, sum síðani ráðførdi seg við m.a. ÍSF, áðrenn viðgerð og góðkenning á regluligum starvsnevndarfundi í gjárkvøldið, skrivar Svimjisambandið.

– Vit í Svimjisambandinum fegnast sjálvsagt um hendan nýggja lim okkara, ið umboðar eitt øki í Føroyum sum Svimjisambandið søguliga hevur havt ilt við at røkka.

– Føroysku svimjifeløgini eru nú Fuglafjarðar Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, Suðuroyar Svimjifelag, Svimjifelagið FLOT, Svimjifelagið Hellifossur, Svimjifelagið Reysti og Ægir. Av hesum er Svimjifelagið Reysti okkara nú næstyngsta svimjifelag, ið var samanlegging av Svimjifeløgunum Skeggjar og Reki í 2010.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder