Annað

Svimjifelagið Neptun hevur útvegað sær royndan danskan venjara

Sanne Skov skal vera við at lyfta felagið, sum hevur lagt til brots við venjingum í nýggju svimjihøllini í Bylgjuni..

Sanne Skov, venjari, og Rodmundur Nielsen. formaður í Neptun (Mynd: neptun.fo)

Sanne Skov, venjari, og Rodmundur Nielsen. formaður í Neptun (Mynd: neptun.fo)

2026-08-26 11:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Svimjifelagið Neptun í Runavíkar kommunu hevur lagt til brots við venjingum í nýggju svimjihøllini í Bylgjuni.

Tað varð endurstovnað fyri einari tíð síðani. Felagið boðar nú frá, at tað er eydnast at fáa ein sera virknan hóp av hjálparfólkum og eina virkna nevnd; hesi hava eisini eitt greitt felags mál.

Nýggur útlendskur venjari er eisini settur, og hetta fegnast nevndin av góðum orsøkum um.

- Til at fáa íblástur uttanífrá, og fyri at lyfta felagið, hevur svimjinevndin saman við formanninum í vikuni gjørt avtalu við Sanne Skov um at verða partur av menningini hjá svimjifelagnum Neptun

Sanne er útbúgvin faklærari í ítrótti og hevur verið meginvenjari og mennari í svimjiskúlanum í fleiri enn 30 ár. Heimasíðan neptun.fo upplýsir eisini, at Sanne Skov hevur verið svimjilærari hjá danska Svimjisambandinum í nærum eina fjórðingsøld. 

Í nevndini fyri Neptun eru Jákup Øssursson Mohr, Jens Mortan Rasmussen, Martin Venned, Eyðun Jensen, Dánjal Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir og
Rodmundur Nielsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder