Annað

Svimjifelagið Neptun nú limur í Svimjisambandi Føroya

Nú eru átta feløg í Svimjisambandi Føroya.

Nevndin í Svimjifelagnum Neptun (Mynd: ssf.fo)

Nevndin í Svimjifelagnum Neptun (Mynd: ssf.fo)

2026-01-16 17:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya samtykti hósdagin at góðkenna umsókn frá Svimjifelagnum Neptun í Runavík um limaskap, boðar Svimjisambandið frá.

Neptun varð stovnað á Glyvrum í 1964 og hevur verið óvirkið í eina tíð. Herfyri varð felagið tó endurstovnað.

Við Neptun eru nú átta virkin feløg í Svimjisambandi Føroya.

Hini feløgini eru Svimjifelagið FLOT, Fuglafjarðar Svimjifelag, Svimjifelagið Hellufossur, Havnar Svimjifelag, Svimjifelagið Reysti, Suðuroyar Svimjifelag, og Ægir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder