Annað

Svøríki setti Meksiko uppá pláss í 2. hálvleiki

Sviar vunnu 3-0 á Meksiko, og eru harvið víðari til áttandpartsfinalurnar og vinna bólkin.

Kollektivið hjá Svøríki sigraði í einum frálíkum dysti ímóti Meksiko

Kollektivið hjá Svøríki sigraði í einum frálíkum dysti ímóti Meksiko

2018-06-27 17:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Svøríki er víðari eftir ein flottan 3-0 sigur á Meksiko. Øll málini komu í 2. hálvleiki, og tey syrgdu fyri, at Svøríki er víðari sum nummar eitt úr bólki F.

Svøríki fór inn til dystin í Ekaterinburg við sínari lagnu í egnum hondum. Hóast tapið ímóti Týsklandi í allarseinastu løtu, so var framvegis góður møguleiki fyri víðari luttøku hjá svium. Og lat tað verða sagt beinanvegin; Svøríki spældi ein framúr dyst ímóti Meksiko, og talan gjørdist um svenska uppreisn.

Janne Anderson hevði sett teir somu fyrstu ellivu á vøllin sum til dystin ímóti týskarunum. Og teir blástu frameftir vøllinum frá byrjan. Emil Forsberg úr RB Leipzig leikti sín klárt besta dyst í hesum endaspælinum. Kreativi miðvallarin var eyðsýndur á svenska liðnum, ið skatpi nakrar góðar møguleikar í 1. hálvleiki. M.a vóru svar vandamikilir uppá deyðbóltar. Men Ochoa var fyri í fleiri førum, og yvirleggjarin hjálpti eisini meksikanarunum, ið annars høvdu bóltin meira, og eisini skapti nakrar góðar støður.

Tað  var málleyst í hálvleikinum, men tað var avgjørt ikki óáhugavert. Leikferðin var høg, bæði liðini søktu at, og tað hendi nakað allatíðina okkurt. Millum annað var VAR á skránni, tá bólturin kom í armin á Chicharito í brotsteiginum. Men dómarin dømdi ikki brotsspark. 

Tað var ikki málleyst leingi í 2. hálvleiki.  Fimm minuttir inn í 2.hálvleik fór Svøríki í álop. Innlegg kom úr høgru, Viktor Claesson rakti ikki bóltin, men hann datt til vinstra bakkin, Ludwig Augustinusson, ið setti vinstra fótin á, og so var 1-0. Hetta málið setti meira gongd í sviar, og stórar tíggju minuttir seinni misti Meksiko bóltin á miðjum vølli, og Svøríki kom í yvirtal. Marcus Berg varð sendur avstað, og komin inn í brotsteigin varð hann feldur. Eins og ímóti Suður Korea so var liðformaðurin Andreas Granqvist sera tryggur. Rutineraði verjuleikarin knallaði bóltin upp í málhornið. Meksikanarar sóu rystir út, og tá eitt korter var eftir, gjørdi Edson Alvarez eitt sera klossut sjálvmál. 3-0, og Svøríki í dreymalandið.

Seinastu løtuna royndi Meksiko at søkja at, men hóast onkrar stórar møguleikar so eydnaðist tað ikki. Svøríki var bara betri í 2. hálvleiki. Teir mongu og lívligu meksikansku áskoðarnir á áskoðaraplássinum og teir í meksikansku leguni hildu nu ondini, og noyddust at hopa uppá, at Týskland ikki megnaði at skora ímóti Suður Korea. Og heimsmeistararnir lótu enntá tvey mál inn í yvirtíðini. Týska eyðmýkingin hevði við sær stóra frøi fyri Meksiko, og harvið komu bæði liðini í Ekaterinburg víðari. Svøríki sum nummar 1 og Meksiko sum nummar 2.

Meksiko - Svøríki 0-3 (0-0)

 

placeholder
placeholder