placeholder
Fótbóltur

Svøríki skræddi Føroyar sundur í fyrra hálvleiki

Føroyska liðið lat trý mál inn uppá 11 minuttir - eitt vælleikandi og kyniskt svenkst lið og eitt føroyskt lið ið ger grundleggjandi mistøk viðførir, at tað er 0-4 eftir 45 minuttir á Tórsvølli.

Aleksander Isak skoraði til 1-0 og 2-0 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Aleksander Isak skoraði til 1-0 og 2-0 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-05 20:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Svøríki var ágangandi fyrstu minuttirnar og kom beinanvegin til støður. Innan fyrstu tíggju minuttirnar vóru tó góðar føroyskar taktir. Eftir skjótt álop høvdu føroyingar innlegg úr báðum síðum, ið føroyingar vóru nær við at fáa fatur á.

Føroyska liðið tyktist rímiliga vælskipað fyrstu løtuna, men so líðandi spældi svenska liðið bóltin runt um, innum og afturum føroyska liðið næstan eftir vild. Við ró og góðsku á bóltinum skræddi svenska liðið 

1-0
12. min: Gott svenkst uppspæl, gott innlegg frá høgra bakkinum Mikeal Lustig, og Aleksander Isak gjørdi eina góða renning í ryggin á Rógva Baldvinsson og kundi ótarnaður stútað í málið til 1-0.

2-0

15. min: 19-ára gamli áleyparin úr Dortmund, ið byrjaði inni á fyrsta sinni, slær til aftur, tá Brandur Hendriksson spælir bóltin beint í svenskar føtur stutt uttanfyri føroyska brotsteigin. Hetta revsaði Isak við kassa 1 við harðari og góðari avslutning 

3-0

23. min: Føroyar fær í tveimum førum ikki rudda heilt burtur eftir hornaspark, og so endar bólturin hjá verjuleikaranum Victor Lindelöf. Manchester United leikarin smekkar bóltin í nærmara málhorn við høgra beini.

Millum hesi málini tók Svøríki fótin nakað av speedaranum, og Føroyar fingu flutt bóltin fínt runt í løtum,og fingu tvær royndir ímóti svenska málinum. Jóan Símun stútaði omanfyri og lítla løtu rakti Hallur Hansson síðunetið.

4-0
41. min: Eftir skjótar kombinatiónir endar bólturin hjá kantleikaranum Robin Quaison, ið stutt inni í føroyska brotsteiginum smekkar bóltin niður í longra málhorn við høgra beininum. 

Føroyar - Svøríki
(0-4)
Tórsvøllur, 05.09
11' Alexander Isak 0-1
15' Alexander Isak 0-2
23' Victor Lindelöf 0-3
41' Robin Quaison 0-4

Føroyar: (4-4-1-1)
Gunnar Nielsen – Hørður Askham, Alti Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Árni Frederiksberg – Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson


Svøríki (4-4-2): 
Robin Olsen - Mikael Lustig, Victor Nilsson Lindelöf, Andreas Granqvist (L), Pierre Bengtsson - Sebastian Larsson, Kristoffer Olsson, Albin Ekdal, Robin Quaison - Alexander Isak, Marcus Berg



  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder