Fótbóltur

Tá Jákup bleiv til Judas

Tað eru tjúgu ár síðani, at Jákup á Borg gjørdi mest umstrídda skiftið í føroyskum fótbólti nakrantíð. Ímyndin av B36 skifti til arvafíggindarnar úr HB.

2023-10-12 12:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í nýggjastu útgávuni av Ellivu verður farið afturum umstrídda skiftið. Tað snúði seg ikki pengar, sigur høvðuspersónurin, sum bara fór 500 krónur upp í løn. Tosað verður við Jákup á Borg um at verða kallaður ”Judas á Borg” og um eitt langt lív fótbólti. Tað koma tað nakrar áhugaverdar søgur burturúr.

Søgan um KÍ og bragdið í Evropa er farin kring allan fótbóltsheimin. Portalurin hevur verið við meginpartin av ferðini hjá KÍ til bólkaspælið í Conference League. Agnar Prestá og Sverri Egholm koma við eini ferðafrásøgn, sum gevur tær eitt frálíkt innlit í ferðina frá Djúpumýru til bólkaspælið í Evropa.

Tað eru um 30 ár síðani, at evropeiskur fótbóltur bleiv ein partur av fótbóltsmyndini í Føroyum. KÍ fekk vitjan av Skonto Riga úr Lettlandi. Emil L. Jacobsen hevur tosað við fyrstu Evropa-hetjuna hjá KÍ, Olgar Danielsen. Lesið eisini um eina stuttliga hending hjá Emili í tí sambandi.

Pætur Petersen hevur skrivað dagbók úr Akureyri. Tað er ikki bara ein dansur á rósum at spæla yrkisfótbólt. Vit hava eisini hitt Signe Pries, sum er nýggjur landsliðsvenjari hjá kvinnum. Topp 20 listin er dagførdur og ungu spælararnir at halda eyga við eru Sólja Ernstdóttir og Børge Petersen.

Eli Hentze og Sveinur Tróndarson hava skrivað hvør sína klummu. Onnur um at hyggja upp og hin um at hyggja eftir roknskapinum. Eisini kemur fíggjarleiðarin hjá KÍ við einum mótspælið til tankan um, at KÍ skal lata pengar til føroyskan fótbólt. - Útjavningarskipanin er longu har, sigur Hilmar Danielsen.

Í 2008 vann NSÍ óvæntað í Champions League á Dinamo Tblisi. Gestirnir vóru so skelkaðir, at NSÍ kundi farið við samlaða sigrinum, men raktu stongina. Vit spyrja ”hvar eru teir nú?”. Abraham Løkin hevur roynt nógv á síni fótbóltsyrkisleið og hann velur sínar bestu 11.

Nýtt Ellivu er í handlunum nú.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder