Fótbóltur

Tað gekk ikki hjá føroyameistarunum

Eins og KÍ fyrr í kvøld, tapti HB 1-0 og er harvið úti av Europa League. Misnýttu møguleikarnir í Føroyum og eitt brotsspark í kvøld kostaðu.

HB tapti 1-0 fyri Linfield í Belfast - tað var tó her í heimadystinum, at liðið skuldi havt tikið av - Mynd: Olaf Olsen

HB tapti 1-0 fyri Linfield í Belfast - tað var tó her í heimadystinum, at liðið skuldi havt tikið av - Mynd: Olaf Olsen

2019-08-01 21:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Norðurírsku liðini eru eitt vet ov sterk til tey føroysku. Hetta vísir seg aftur og aftur. Crusaders og Ballymena slóu ávíkavist B36 og NSÍ út fyrr í summar, og í kvøld spældi Linfield seg á fimta sinni víðari ímóti føroyskari mótsstøðu. Munurin var ikki stórur; HB var betra liðið í Gundadali, men nógvu brendu málmøguleikarnir komu at kosta. Føroysku liðini eru væl við, men hava millum annað ikki neyðugu kynismuna ímóti slíkum liðum. 

Hjá HB var René Shaki Joensen við frá byrjan, og harvið spældi landsliðsleikarin sínar fyrstu minuttir, síðani hann kom aftur til barndómsfelagið fyrr í summar - ein skaði hevur higartil lagt René meinbogar í vegin. Bjarti Vitalis Mørk avloysti Teit Matras Gestsson í málinum, og 18-ára gamli málverjin stórbjargaði, tá ein Linfield-leikari kom púra fríur eftir smáar tíggju minuttir. Í høvuðsheitinum var tað ein sera javnur dystur, har HB hevði meira ilt við at koma til málmøguleikar enn í Gundadali.

Fyritrytirnar broyttust í 20. minutti. Liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen gjørdi brotsspark, og eins og í Gundadali setti Andrew Waterworth bóltin í málið úr ellivu metrum. Waterworth skoraði øll málini hjá Linfield í uppgerðini. HB fekk lagt eitt rímiligt trýst stutt eftir hetta, men Linfield var betri skipað enn í Gundadali, og nú skuldi HB eisini hava tvey mál. 

Allan 2. hálvleik royndu føroyameistararnir. Frískar kreftir vórðu settar inn, talan var um allar sadoyingarnar, men har kom bert ein skotroynd á málið hjá heimaliðnum í dystinum. 1-1 mál hevði helst skapt órógv hjá teimum í bláum, men hetta kom tíverri ongantíð. HB noyddist at ásanna, at tað rakk ikki, hóast liðið hjá Heimir Guðjónsson vísti í Gundadali, at møguleikin at gerast fyrsta føroyska liðið at sláa eitt norðurírskt lið út, avgjørt var til staðar.

Ístaðin skal HB, eins og KÍ, nú hugsavna seg um Betrideildina. Longu mánakvøldið er stórdystur á skránni - tá er grannauppgerð í Gundadali.


Europa League 2. umfar - seinni dysturin
Windsor Park,
 01.08
Linfield - HB 1-0 (1-0) *Samanlagt: 3-2
20' Andrew Waterworth (br) 1-0

HB(4-4-2/4-2-3-1): Bjarti Vitalis Mørk  - Jógvan Rói Davidsen (L), Hørður Askham, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Rúnasson Justinussen, Tróndur Jensen, Brynjar Hlöðversson (60' Dan í Soylu), Símun Samuelsen - René Shaki Joensen(75' Pætur Petersen), Sebastian Pingel (60'Ari Mohr Olsen)




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder