Eftir 1-1 í Lettlandi í seinastu viku, og eftir at Reyða Stjørna sló FCK út úr Champions League´týskvøldið, lá tað í kortunum, at HJK Helsinki og FCK skuldu hittast í seinasta undanumfarinum í Europa League.
HJK var eisini odda tvær ferðir í gjár, men 2-2 málið hjá ukrainska áleyparanum Roman Debelko tíggju minuttir fyri tíð var nóg mikið hjá Riga FC, ið sló HJK út orsakað av regluni um útivallarmál.
(HB fekk veruliga spenning í uppgerðina ímóti HJK Helsinki fyrr í summar - Mynd: Olaf Olsen)
Luzern vann 1-0 báðar dystirnar ímóti KÍ. Greitt var, at tað fór at vera nógv tyngri ímóti Espanyol, og spanska liðið vann 3-0 í báðum dystunum ímóti liðnum hjá Sveis.
(Luzern hevði ávísar trupulleikar av Simen Sandmæl og KÍ í 2. umfari - Mynd: Sverri Egholm)
Banaliðini hjá NSÍ og B36, Ballymena og Crusaders ið bæði eru úr Norðurírlandi, taptu sera greitt ímóti ávíkavist Malmo FF og Wolwerhampton. Linfield er framvegis við í Europa League eftir samanlagda 5-3 sigurin á Sutejska úr Montenegro.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald