Kappróður

Tað skal eisini vera pláss fyri Knørrafelagnum í Evensens pakkhúsi

Okkurt bendir á, at hóast viðarbular hjá Løgmansskrivstovuni skulu inn í hølini, verður Róðrarfelagið Knørrur ikki verður blakað heilt úr pakkhúsinum kortini.

(Mynd: Ólavur Frederiksn / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksn / Faroephoto)

2022-03-10 06:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár seinnapartin handaðu umboð frá Róðrafelagnum Knørri løgmanni undirskriftirnar frá teimum 832 fólkunum, ið saman við felagnum heita á løgmann um at vera við til at loysa málið um uppsøgnina í Evensens pakkhúsi.

Undirskriftirnar vórðu latnar løgmanni í leikluti hansara sum verji fyri føroyska ítrótt. Eivy Olsen, forkvinna, vísti á, at løgmaður bæði kann og ivaleyst eisini vil gera sítt fyri at loysa støðuna. Tað eigur at bera til, tí hóast tilfar til Stokkastovuna skal goymst í Evensens pakkhúsi, so er plássið so mikið stórt, at rúm eigur at vera fyri Róðrarfelagnum Knørri eisini.

Løgmaður tók væl ímóti undirskriftunum. Hann fegnaðist bæði sum løgmaður og gamal kapprógvari um, at Róðrarfelagið Knørrur er eitt so aktivt og eldhugað felag, og at tað við saman við øðrum stendur so sterkt um tjóðarítróttin.

Hann segði seg hava fingið at vita frá Løgmansskrivstovuni, at virksemið hjá Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi skal ikki vera ávirkað meiri enn hægst neyðugt. Og tó at ikki allir bátar felagsins fara at rúmast har, so skal pláss vera fyri báðum pørtum í Evensens pakkhúsi, segði løgmaður at enda.

Sostatt bendir tað á, at róðrarfelagið kann brúka hølini til neystið stendur klárt í Álakeri um nøkur ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder