Fótbóltur

Tað var nærmast kríggj í søguliga fótbóltsdystinum

Norðurkorea og Suðurkorea spældu 0-0 uttan áskoðarar ella sjónvarp.

Norðurkoreanar vóru sera harðligir í sínum spæli, verður sagt (Mynd: EPA)

Norðurkoreanar vóru sera harðligir í sínum spæli, verður sagt (Mynd: EPA)

2019-10-17 10:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Undan søguliga fótbóltsdystinum í Pyongyang týsdagin, millum Norðurkorea og Suðurkorea, vóru tað suðurkoreanskir fótbóltsleikarar, sum óttaðust fyri heilsuni, eitt nú verjuleikarin Lee Jae-ik.

Men leikararnir komu heim aftur uttan stórvegis mein. Men harvið er ikki sagt, at dysturin varð spældur í einum góðum anda. Suðurkorea umhugsar nú at klaga grannarnar til Fifa fyri ósportsligan hugburð.

Serligi fótbóltsdysturin varð spældur fyri tómum áskoðaraplássum og varð heldur ikki vístur í sjónvarpi. Eisini vóru trupulleikar at fáa útlendsk miðlafólk inn í landið at dekka dystin.

So stað vóru ikki nógv fleiri enn leikararnir til staðar til dystin, sum varð spældur á Kim Il-Sung leikvøllinum í norðurkoreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang.

Dysturin endaði málleysur, 0-0.

- Mótstøðumenninir vórðu harðligir, og teir brúktu rættiliga óvgusligan málburð, segði Tottenham-áleyparin, Son Heung-min, við AP-tíðindastovuna eftir dystin.

- Tað var sera trupult at hugsavna seg um spælið. Tú hugsaði bert um at sleppa undan at koma til skaða. Tað er eitt undur, at vit allir komu frá dystinum heilskaptir, legði Son afturat.

Londini hava annars nærkast hvørjum øðrum ítróttaliga hesi seinastu árini. Fleiri ferðir hava Norður- og Suðurkorea luttikið við sameindum ítróttaliðum. Tað hendi eitt nú undir heimsmeistarakappingunum í borðtennis í fjør, og undir olympisku kappingini í íshokki.

Men til fótbóltsdystin týskvøldið var tað eins og norðurkoreararnir vóru í kríggi, sigur Choi Soon-ho, fyrrverandi suðurkoreanskur landsliðsleikari, sum sá dystin.

Norðurkoreanar søgdust brúka bæði albógvar og hendur á ein hátt, sum ikki minti nógv um fótbólt, og framdu eisini ógvusligar taklingar.

- Eg havi ikki sæð slíkan í fótbólti fyrr, segði Choi.

Norðurkorea gjørdi upptøkur av dystinum, men enn er óvist, um upptøkurnar verða vístar í Suðurkorea, skrivar nrk.no.

Fifa-forsetin, Gianni Infantino, var ein av teimum fáu, sum vóru til dystin. Eftir dystin skrivaði hann soleiðis á heimasíðuna hjá Fifa:

- Eg sá fram til at síggja ein fulsettan leikvøll til ein slíkan søguligan dyst, men gjørdist vónbrotin av, at eingir áskoðarar vóru kring vøllin. 

[object Object]Eingir áskoðarar vóru til dystin á Kim Il-Sung leikvøllinum í Pyongyang (Mynd: EPA)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder