Fótbóltur

Tær hjá Niðurlondum lyftu steypið á Tòrsvølli

Tær í appelsinlittum vunnu EM-endaspælið fyri U17-gentur. Finalan móti Noreg í føroyska høvuðsstaðnum í kvøld endaði 2-1.

Stórur fagnaður á dugnaligu gentunum hjá Niðurlondum, sum seinastu tvær vikurnar hava spælt flottan fótbólt í Føroyum (Mynd: UEFA)

Stórur fagnaður á dugnaligu gentunum hjá Niðurlondum, sum seinastu tvær vikurnar hava spælt flottan fótbólt í Føroyum (Mynd: UEFA)

2025-05-17 21:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt søguligt fótbóltskvøld í Føroyum endaði við, at ein av EM-favorittunum vann og kundi lyfta steypið.

Eins og í bólkaspælinum, vunnu Niðurlond á Noreg, og so var stórur fagnaður á teimum í appelsinlittum.

Øll trý málini í finaluni á Tórsvøll komu fyri steðgin. Niðurlond løgdu út sum eitt óløgi, og eftir tríggjar minuttir varð 1-0, tá Tess van der Vliet skoraði. Ranneke Derks úr PSV varð eftir dystin kosin besti spælarin í kappingini. Hon økti til 2-0 stutt fyri steðgin.

Sí meira um dystin her

Toppskjúttin í kappingini, Marie Preus, minkaði um munin tíggju minuttir fyri steðgin, og so var veruligt lív í finaluni aftur. 

Tað var týðiligt, at stigið var høgt hjá liðunum, sum Føroyar hittu í bólkaspælinum. Spenningurin var eisini stórur heilt til seinast.

Tað endaði við 2-1 sigri, og so kundi Rannvá Biskopstø Andreasen sum umboð fyri FSF og føroyskan fótbólt kom gangandi inn við steypinum og handaði hollendingum tað.

[object Object]
Stórur fagnaður á Tórsvølli (Mynd: UEFA)

[object Object]
Niðurlond vunnu allar dystirnar í kappingini í Føroyum - hálvfinaluna móti Fraklandi eftir brotssparkskapping í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið eru tvær vikur av heilt góðum ungdómsfótbólti á føroyskari jørð. Tað eydnaðist væl hjá FSF at fyriskipa stóru kappingina, sum Niðurlond vunnu eftir fimm sigrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder