Fótbóltur

Taka landsliðið út mánadagin

Hópurin til landsdystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova verður kunngjørdur.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-08-19 20:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mánadagin verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, har Håkan Ericson fer at kunngera hópin til landsdystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova.

Fyrstu vikuna í september skal A-landsliðið við monnum spæla tríggjar HM-undankappingardystir á heimavølli. Mikudagin 1. september ímóti Ísrael, leygardagin 4. september móti Danmark, og týsdagin 7. september koma moldovar á vitjan.

[object Object]Håkan Ericson (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tíðindafundur verður í FSF-húsinum mánadagin tá landsliðsvenjarin Håkan Ericson fer at kunngera hópin til dystirnar.

Atgongumerkjasølan hevur gingið væl seinastu dagarnar, og til landsdystirnar móti Ísrael og Moldova eru umleið 3.500 atgongumerki seld, meðan tað nærum er útselt til dystin móti dønum. Á middegi hósdagin vóru 4.700 atgongumerki seld til dystin móti Danmark.

Pláss er fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum á Tórsvølli.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder