Tað eru nakrir føroyingar, ið hava árskort til heimadystirnar hjá Manchester United. Ein av teimum er høvuðsvenjarin hjá B36. Hann var til dystin hjá United móti Crystal Palace í vikuskiftinum og aftur í gjárkvøldið, tá liðið hjá Mourinho tók ímóti Young Boys í Champions League.
Og júst Mourinho og Jákup á Borg fingu høvið at práta kvøldið fyri. Jákup, dóttir hansara og sonur hanasra búðu á Lowry gistingarhúsinum, har United-hópurin gistir undan dysti. Á Facebook legði Jákup á Borg mynd út av honum og Mourinho, og skrivaði at taktikkurin til dystin er lagdur.
Fyrrverandi landsliðsleikarin skrivaði eisini, at Mourinho vísti klassa. tá hann bjóðaði Jákup og børnunum atgongumerkir til dystin, ið tey tó ikki høvdu tørv á.
Jákup og hinir áskoðarnir hjá United á Old Trafford noyddust at bíða í 91 minuttir, til Marouane Fellaini endliga legði United á odda og tryggjaði teimum víðari luttøku í Champions League.
Les eisini: Nógv stór feløg komu víðari í gjárkvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald