Fótbóltur

Nógv stór feløg komu víðari í gjárkvøldið

Fellaini tryggjaði United trý stig og víðari luttøku í evstu løtu móti Young Boys - City hevði aftur trupulleikar av Lyon.

Manchester United vann á Young Boys í evstu løtu
(Mynd: EPA)

Manchester United vann á Young Boys í evstu løtu (Mynd: EPA)

2018-11-28 08:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bólkaspælið í Champions League er við at koma at enda, og í gjár spældu nógv lið seg víðari. Í hesari helvtini av kappingini eru nú sjey lið til reiðar til áttandapartsfinalurnar. Spurningurin er so, hvat seinasta liðið verður, og hvør vinnur ymisku bólkarnar. 

Úr bólki E eru Bayern og Ajax trygt víðari. Feløgini eru søguliga sterk í fremstu kappingini í Evropa, og tey hittast til dyst um fyrsta plássið í bólkinum Amsterdam um tvær vikur. Bayern setti Benfica uppá pláss í Munchen í gjár; Ajax spældi seg víðari til knock-out dystirnar fyri fyrstu ferð í 15 ár við at vinna í Athen við tveimum málum frá Dusan Tadic.

Les meira: Ajax er víðari til áttandapartsfinalurnar

Lyon loypti hvøkk á í fyrsta umfarið, tá franska liðið vann í Manchester. Síðani hevur tað gingið sum eftir ánni hjá Pep Guardiola og hansara monnum. Í gjár vóru teir á vitjan hjá Lyon, og heimaliðið kom á odda tvær ferðir í 2. hálvleiki, men City javnaði í báðum førum. Hetta var nóg mikið til at koma víðari. Lyon skal spæla avgerandi dyst móti Shakhtar í seinasta umfarið. Ukreinska liðið vann undirhaldandi dyst í Týsklandi í gjár.

CSKA Moskva misti sín møguleika í bólki G, tá russiska liðið tapti á heimavølli fyri Plzen. Hetta gjørdi, at Roma og Real spældi um fyrsta plássið í Rom, og við tveimum málum tíðliga í 2. hálvleiki vunnu trýfaldu meistararnir og reistu seg frá tapinum í vikuskiftinum.

Les eisini: 
Stórt afturstig hjá Solari og Real

Áskoðarnir hjá Manchester United vórðu hildnir á pínubonkinum í yvir 90 minuttir, tá Young Boys var á vitjan. Forloysningin kom tá stóri belgiski miðvallarin, Marouane Fellaini setti bóltin í netið í yvirtíðini. Framundan hesum hevði United havt yvirvág og møguleikar til at leggja seg á odda, men útiliðið var eisini nær við, og David De Gea varð noyddur at koma við einari heimsklassabjarging í 2. hálvleiki. Juventus vann á Valencia í Torino við málið frá Mario Mandzukic, og harvið fara Juventus og United víðari.  

Í kvøld verða aftur 8 dystir leiktir. Sí yvirlit yvir skránna í kvøld niðanfyri yvirlitið yvir úrslitini í gjár og støðurnar í bólkunum: 
 
Bólkur E
Bayern 13
Ajax 11
Benfica 4
AEK Athen 0

AEK - Ajax 0-2 (0-0)
Bayern - Benfica 5-1 (3-0)

Bólkur F
Manchester City 10
Lyon 7
Shakhtar 5
Hoffenheim 3

Lyon - Manchester City 2-2 (0-0) 
Hoffenheim - Shakhtar 2-3 (2-2)

Bólkur G:
Real Madrid 12
AS Roma 9
CSKA Moskva 4
Viktoria Plzen 4

CSKA Moskva - Plzen 1-2 (1-0)
Roma - Real Madrid 0-2 (0-0) 

Bólkur H: 
Juventus 12
Manchester United 10
Valencia 5
Young Boys 1

Juventus - Valencia 1-0 (0-0) 
Manchester United - Young Boys 1-0 (0-0) 


17.55: Atletico Madrid - Monaco (Bólkur A)
          Lokomotiv Moskva - Galatasaray (Bólkur D)

20.00: Dortmund - Club Brugge (Bólkur A)
          Porto - Schalke (Bólkur D)
         
          PSV - Barcelona (Bólkur B)  
          Tottenham - Inter (Bólkur B)  

          Napoli - Reyða Stjørna (Bólkur C)  
          PSG - Liverpool (Bólkur C)  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder