Annað

Talv-OL byrjar í komandi viku

Mikudagin í komandi viku byrjar 46. talvolympiadan í Usbekistan, og luttøkan er metstór.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-09-13 09:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í almennu røðini eru ikki færri enn 208 lond umboðað. Føroyar, sum ikki hava sterkastu manning hesa ferð, eru tó styrkismettar sum nummar 107.

Eingin av okkara sterkastu trimum telvarum - Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft - eru við á hesum sinni.

Føroyska liðið er mannað soleiðis:

1. Luitjen Akselsson Apol (2305)
2. IM John Rødgaard (2250)
3. Jón í Horni Nielsen (2078)
4. Elias Petersen (2075)
5. Rókur Davidsen (1988)

Hesir fimm eru á nýggjasta føroyska styrkilistanum nummar ávikavist 4, 5, 18, 19 og 27. So avboðini hava verið fleiri enn vant.

Grønland verður á fyrsta sinni við á talvolympiaduni. Grønland er styrkismett nummar 201.

Føroyska talvlandsliðið fer úr Føroyum í dag. Liðleiðari verður Hjalti Petersen, sum er nýggjur formaður í Talvsambandi Føroya.

Talvolympiadan varir frá 16.- til 27. september.

Talvsamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder