Annað

Talv: Remis í oddabraki

Tað endaði javnt millum oddafiskarnar í toppdystinum í FM-kappingini í talvi á Giljanesi í gjár. Tað stendur tí á jøvnum millum Høgna Egilstoft Nielsen og Hans Kristian Simonsen fyri seinasta umfar í dag.

Høgni Egilstoft Nielsen

Høgni Egilstoft Nielsen

2026-04-03 09:16 Author image
Innsent
placeholder

Tað var spennandi og drúgt í oddabrakinum í gjár. Hans Kristian Simonsen hevði við hvíta fólkinum føroyameistaran undir trýsti í fleiri tímar. 42 ára gamli kollfirðingurin, sum hevur tikið øll á bóli nú á páskum, telvaði væl og stóð betur. Báðir hugsaðu væl og leingi, og smátt um smátt fór tíðin at ganga undan hjá báðum, serliga var Høgni í tíðartroti.

Men tá ið á stóð, fann Høgni góðar og kreativar loysnir í støðuni, tó at hann var sperdur bæði á klokkuni og í støðuni. Hans Kristian fann afturímóti ikki besta leikin einar tvær ferðir, tá ið skutlast skuldi, og tað gav Høgna eitt skotbrá at lofta sær á. So við og við svann fyrimunurin hjá Hans Kristiani burtur í eitt eiti, og endaspælið var deytt remis, tó at Hans Kristian hevði finnu meira.

Eitt gott og spennandi talv millum jøvnsterku oddamenninar í FM-kappingini í ár. Javnleikurin ber í sær, at spenningurin varð varðveittur til seinasta umfar í dag.

Høgni hevur tó fyrimunin í seinasta umfari. Hann hevur hvíta fólkið móti Flóvini M. Tummasarson, Hans Kristian hevur svarta fólkið móti Luitjeni Akselsson Apol. Høgni er stórfavorittur í dag, meðan Hans Kristian situr við svarta fólkinum móti einum glóðheitum Luitjeni, sum neyvan verður lættur at syfta.

Luitjen vann ruddiliga á Petur G. Magnussen í gjár. Martin Poulsen kenna vit nú aftur, í gjár telvaði hann aftur væl og vann trygt á Jón í Horni Nielsen, sum tykist hava mist flogið.

Fjórða talvið í Landsliðsbólkinum millum Flóvin M. Magnussen og Elias Petersen endaði javnt, tó at hvørgin spardi krútið.

Í dag er sjeynda og seinasta umfar á Giljanesi, og tá verður alt avgjørt.

Talvsamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder