
Ungu føroyingarnir taptu í gjár fyri Sveis í seinasta dystinum í bólkaspælinum í EM-kappingini í Georgia.
Tað var serliga ringa byrjanin, ið kostaðu hjá føroyingum. Sveis var á odda 5-0 og eisini 8-2, men ungu føroysku mennirnir reistu seg, og í hálvleikinum var støðan 16-14 til Sveis.
Í seinna hálvleiki gekk javnt á og einu løtuna var bara eitt mál á muni. Men Føroyar megnaðu ikki at taka leiðsluna, og endaliga úrslitið gjørdist 29-26 til Sveis.
Føroyar endaðu sum nummar fýra í bólkinum. Føroyingarnir, ið fingu fýra stig, skulu nú spæla plaseringsdystir. Leygardagin er dystur móti vertstjóðini, Georgia, á skránni.
Føroysku málskjúttarnir:
Hákun Vest av Teigum, 5
Pauli Mittún, 5
Tróndur Mikkelsen, 5
Elias á Skipagøtu, 4
Julian Kragesteen, 3
Heini á Heygum, 2
Pauli Jacobsen, 1
Sakaris Aviano Sakarisson, 1
Pauli Jacobsen stóð sera væl í føroyska málinum, og varð valdur til dagsins leikara av EHF.
Kelda: hsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald