Fótbóltur

Tapir KÍ, so gongur leiðin til Finnlands ella Montenegro

Lutakast til play off-dystirnar í Conference League var fyri løtu síðani.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-05 13:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um so er, at KÍ ikki kemur víðari í Europa League eftir dystirnar móti Borac Banja Luca hesa og næstu viku, so skal KÍ spæla play off-dyst í niðjastu evropeisku kappingini fyri at fáa møguleika fyri aftur at koma í bólkaspæl.

Hendir tað, verður mótstøðan antin finsk ella montenegrinsk.

Tað var avgjørt við lutakasti fyri løtu síðani.

Taparin av Europa League dystinum millum KÍ og Borac Banja Luca skal spæla móti vinnaranum av dystinum millum finsku meistararnar, HJK úr Helsingfors, og montenegrinsku meistararnar, FK Decic.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder