Fótbóltur

Taptu 2-0 í Grikkalandi í ársins fyrsta kappingardysti

Vertirnir komu á odda longu í øðrum minutti í 1. umfari í HM-undankappingini. Liðini hittast aftur í Føroyum 14. apríl.

Grikkaland sat á meginpartin av spælinum fyrstu trý korterini, meðan okkara høvdu ilt við at fáa nakað av nevniverdum álopsspæli í lag. Í seinna hálvleiki broyttist leikgongdin. Føroyska liðið kom longri fram á vøllin (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

Grikkaland sat á meginpartin av spælinum fyrstu trý korterini, meðan okkara høvdu ilt við at fáa nakað av nevniverdum álopsspæli í lag. Í seinna hálvleiki broyttist leikgongdin. Føroyska liðið kom longri fram á vøllin (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

2026-03-08 20:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltssamband Føroya: Talan var um tveir sera ymiskar hálvleikir, tá kvinnulandsliðið leygarkvøldið spældi fyrsta dystin í HM 2027 undankappingini.

Á Theodoros Vardinogiannis leikvøllinum á Kreta vóru bara gingnir tveir minuttir, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki til heimaliðið, sum Veatriki Sarri setti í netið.

Grikkaland sat á meginpartin av spælinum fyrstu trý korterini, meðan okkara høvdu ilt við at fáa nakað av nevniverdum álopsspæli í lag.

Í seinna hálvleiki broyttist leikgongdin. Føroyska liðið kom longri fram á vøllin, og onkrar spentur støður stungu seg upp. Men okkara kendu tíverri ikki sína vitjunartíð, og so spurdist einki burtur úr.

Ístaðin økti Sofia Kongouli um griksku leiðsluna tá 78 minuttir vóru spældir, og 2-0 var eisini úrslitið, tá dómarin úr Lettlandi bríkslaði av.

Næsti dystur í HM undankappingini verður týsdagin 14. apríl, tá Grikkaland vitjar á Tórsvølli.

[object Object]

Sí fleiri myndir frá dystinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder