Oyggjaleikir 2019

Taptu báðar hálvfinalurnar

Bæði Bartal Poulsen og Rannvá D. Carlsson taptu hálvfinalurnar í badminton í morgun. Nú er tvímansleikur á skránni.

Bartal Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)

Bartal Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-11 10:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var stórur spenningur undan hálvfinalunum í einmansleiki í badminton í morgun. Gunnvá Jacobsen, Rannvá D. Carlsson og Bartal Poulsen høvdu spælt seg í hálvfinalurnar.

Men nakað fyri dystarbyrjan valdi venjarin Sune Gavnholt at trekkja Grunnvá Jacobsen frá hálvfinaluni. Hon hevur havt nakað av fepri, og var ikki nóg birg at spæla fyrrapartin.

Tí vóru bara tvær hálvfinalur hjá føroyingum í morgun, og tær vóru leiktar samstundis. Bartal Poulsen móti Mark Constable úr Jersay og Rannvá Djurhuus móti Jessica Li úr Isle of Man.

Bæði taptu 2-0 og eru harvið úti av kappingini. Men vit kunnu ugga okkum við at tey rukku hálvfinaluni og hava vunnið bronsu.

Nú eru blandaðir tvímansleikir á skránni hjá føroysku badmintonleikarunum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder