Føroyska kvinnulandsliðið er í Íslandi í hesum døgum, har tær hava spælt tveir venjingardystir ímóti Íslandi. Talan er um dystir, sum eru liðir í fyrireikingunum til EM-undankappingardystirnar, sum verða í mars og mai mánaði 2020
Tann fyrri dysturin var í gjár, har Føroyar taptu við átta málum.
Í dag var so tann seinni dysturin. Aftur í dag vóru tær íslendsku kvinnurnar ov sterkar, tá tær vunnu við heili fimtan málum.
Ísland vann dystin 34-19. Føroyska liðið hevði sína bestu løtu fyrstu 15 minuttirnar av dystinum. Har vóru okkara eitt skifti á odda 7-4. Ísland var tó frammanfyri 15-12 í hálvleikinum.
Føroyska kvinnulandslið skal spæla aftur í mars mánaði, tá tær møta Póllandi í úti- og heimadysti í EM-undankappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald