2022-11-07 09:10
Fríggjadagin tapti H71 21-27 móti serbiska RK Partizan Beograd, og seinni dysturin, sum varð spældur í gjár endaði eisini við einum tapi hjá hoyvíkingum.
Dysturin endaði 35-30 eftir hálvleiksstøðuna 16-15.
Hetta merkir, at menninir hjá H71 eru úti av European Cup-kappingini. Fyri at koma víðari var neyðugt hjá hoyvíkingum at vinna seinna dystin við í minsta lagi sjey málum, skrivar Hondbóltssambandið.
Báðir dystir vórðu spældir í Serbia, og tað gjørdist tó ein samlaður 62-51 sigur til serbar.
Toppskjútti hjá H71 gjørdist Rói Ellefsen á Skipagøtu við átta málum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald