Fótbóltur

U19: Taptu greitt fyri Svøríki

Munurin varð tíggju mál, tá Føroyar, ið spældu uttan Elias á Skipagøtu og Hákun West av Teigum og spardi aðrar nógv, dystaðust móti vertunum í Lund. Bjarni í Selvindi gjørdist føroyskur toppskjútti við seks málum. Danmark er á skránni í morginárini.

2021-08-07 19:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár skúgvaðu føroysku U19-menninir Noreg til viks í fyrsta dystinum í Scandinavian Open. Svøríki vann eisini ein sjey-máls sigur, á Danmark, og lagt varð upp til ein spennandi dyst í kvøld. Men tað gjørdist tað ongantíð veruliga. Føroyingar royndu at hanga í, men sviar fóru av álvara frá stutt fyri steðgin og vóru ov sterkir á degnum.

Tað var tó eitt heilt øðrvísi føroyskt lið, ið spældu í dag, har pláss varð givið til nakrar leikarar, sum ikki fingið so nógvar minuttir í beinini í gjár móti Norra. Talan er um venjingarkapping - eina fyrireikingarkapping til evropeisku kappingarnar seinni í august.

Í mun til byrjanaruppstillingina og teir sum spældu mest í gjár, so var bert Sveinur Olafsson við meginpartin av dystinum í dag, og hann gjørdi mun í verju og álopi. Makkarin í miðverjuni, Viktor Gaini, spældi bert fyrra helming av fyrra hálvleiki og fyrstu minuttirnar av seinna hálvleiki - í løtum bert í verjuni. Pauli Mittún var bert inni í verjuni eina løtu í 2. hálvleiki, og Pauli Jacobsen kom inn eina løtu í 1. hálvleiki og eina løtu í seinna, men fekk ikki gjørt nógv í málinum; millum annað tí at skotmøguleikanrir vóru ov opnir.

Teir ið mannaðu vongplássini í gjár spældu ikki í dag - Janus Dam Djurhuus kom tó inn at skjóta eitt brotskast, ið hann brendi. Tað at tryggi Hákun West av Teigum ikki var á høgra vongi ávirkaði eisini, og tá hin leikarin, sum spælir yrkishondbólt í fremstu deild í Skandinavia, heldur ikki var á vøllinum yvirhøvur, so merktist tað veruliga: Hákun og Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraðu tíggju mál hvør í 34-27 sigrinum í gjár.

Teir ið komu inn royndu veruliga. Pauli Høj úr Neistanum fekk trý góð mál av vonginum, og Bjarni í Selvindi fekk fulla spælitíð. StÍF-bakkurin skoraði seks mál og gjørdist føroyskur toppskjútti - nøkur mál komu eftir góð gjøgnumbrot og onnur vóru dundurskot. 16-ára gamli hoyvíkingurin Óli Mittún varð kosin dagsins føroyskur leikari. Hann skoraði tríggjar ferðir, legði upp til fleiri mál og vann nøkur brotskøst. Júst uppá brotskøst eydnaðist tað ikki serliga væl hjá Føroyum, og svenski málverjin, sum er uppvaksin í júst Lund, varð kosin dagsins leikari hjá Svøríki. Í høvuðsheitinum høvdu føroyingar ilt við at standa ímóti fysikkinum og ferðini hjá sviium, og munurin gjørdist at enda tíggju mál. 

Í morginárini klokkan níggju bresta Føroyar og Danmark saman. Tá vera helst fleiri broytingar at síggja í uppstillingini. Dysturin kann stroymast fyri eitt gjald á live.hsf.fo

Scandinavian Open, 2. umfar
Lund, Svøríki - Leygardagin 07.08
Svøríki - Føroyar 31-21 (17-10)

Dystargongdin: 
5 min 2-1
10 min 6-3
15 mi. 8-6
20 min 11-7
25 min 12-8

35 min 18-10
40 min 20-12
45 min 23-13
50 min 26-17
55 min 29-19
60 min 31-21


Føroysku málskjúttarnir:
Bjarni í Selvindi 6
Sveinur Olafsson 4
Óli Mittún 3
Pauli Høj 3
Bogi Hansen 2
Victor Nørlyng Gaini 1
Ragnar Karlsson 1
Baldur Gillason 1


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder