Fótbóltur

Taptu greitt samanlagt

Eins og í fjør, endaði góða evropeiska summarið hjá B36 við tapi fyri sterkari mótstøðu í triðja umfari í Conference League.

(Mynd: Ingi Arge / B36)

(Mynd: Ingi Arge / B36)

2023-08-17 21:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 var aftanfyri 1-3 eftir dystin í Føroyum, og legði bragdliga fyri í nógva hitanum í Rijeka. Í fyrsta álopinum vann Bjarki Nielsen, ið avloysti skadda Hannes Agnarsson bóltin, men trekkið framvið málverjanum gjørdist ov langt.

Fimm minuttir seinni hevði Andrass Johansen gott langskot eftir deyðbóltastøðu, og sum heild vann B36 nógv góð fríspørk.

Í verjustøðu var tað aftur heilt gott í pørtum av dystinum, men eins og á Tórsvølli kom heldur lætt mál inn eftir horna. Tað var longu í 14. minutti og so doyði uppgerðin nakað.

Tað vóru omanfyri 30 hitastig, 4-1 samanlagt og hetta merktist, hóast liðið hjá Dan Brimsvík stríddist væl undir torførum umstøðum.

Eitt mál kom afturat seint í dystinum, og tað var ongantíð spenningur í uppgerðini samanlagt aftur.

B36 spældi seg aftur víðari tvær ferðir víðari í summar - nú kann liðið hugsavna seg um heimligu kappingina, har man í løtuni er á 3. plássi.

Rijeka - B36 2-0 (Samanlagt 5-1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder