2023-08-12 19:37
Føroysku U17-kvinnurnar leiktu í dag hálvfinalu ímóti Slovenia í EHF Championship kappingini í Baku.
Okkara vóru væl við fyrstu løtuna, men Føroyar taptu tó dystin 31-25, eftir hálvleiksstøðuna 15-11 til Slovenia. Tapið merkir, at Føroyar skulu møta Litava í morgin kl. 12.30, føroyska tíð, í dystinum um triðja plássið í kappingini.
Dagsins leikari hjá Føroyum var kosin Rakul Borgarlíð Joensen, sum eisini var toppskjútti við átta málum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald