Hondbóltur

Taptu týdningarleysan dyst - møta Slovenia í fjórðingsfinaluni

Danir vóru ov sterkir á einum degi, har Føroyar spardu og royndu nógv ymiskt. Nú snýr tað seg bert um Slovenia hóskvøldið.

Høgni Heinason spældi fyrra hálvleik í álopinum (Mynd: IHF / Kolektiff)

Høgni Heinason spældi fyrra hálvleik í álopinum (Mynd: IHF / Kolektiff)

2025-06-24 17:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað jaliga var 32 mál og nógvir góðir smálutir í álopsspælinum, umframt at Føroyar fingu spart nakrar spælar, ið hava spælt nógv og skulu bera nógv hóskvøldið.

Tað komu tó 41 mál ígjøgnum. Føroyar fingu ongantíð fatur í verjupartinum, har danir høvdu nógvar ymiskar loysnir og dygdir. Danmark skoraði eisini nógv mál í fyrstu og aðru bylgju: Eftir føroysk mál ella føroysk mistøk.

Leiðslan var 2-3 mál fyri steðgin, men nakað inn í 2. hálvleiki fór munurin longur upp.

Føroyingar royndu nógv ymiskt í dag. Skiftandi høvdu Høgni Heinason, Tróndur Johnsson og serliga Trúgvi Hávardsson góðar atgerðir í bakketuni.

Vengurnir skoraðu eisini sum heild væl. Óla Jákup Gaard Olsen hevði ein góðan dag - so góðan dag at vestmenningurin varð dagsins spælari. Hann spældi eina løtu móti endan á bakkinum eisini - Óla Jákup skoraði seks mál uppá sjey skot.

Sum heild vóru danir tó omaná og vunnu greitt. Tað merkist sjálvandi, at Óli Mittún bert var inni og skeyt brotskøst, og at Ísak Vedelsbøl als ikki spældi.

Sasha varð eisini spardur, og Høgni Højsted og Rókur Ziskason spældu bert lítið korter hvør, eins og Niklas Gaard. Høgni Heinason spældi bert fyrra hálvleik í álopinum.

Føroyingar hava nú eini tvey samdøgur til fjórðingsfinaluna. Hon verður móti Slovenia. Liðið vann bólk I, ið var tættur. HM-fjórðingsfinalan hjá føroysku U21 monnunum verður spæld hóskvøldið 26. juni klokkan 17.30 føroyska tíð.

_________________________________

Bólkur III í U21 HM-meginumfarinum
Í dag, týsdagin 24. juni, Arena Katowice
Føroyar - Danmark 32-41 (17-20)

1. Danmark 6 stig *
2. Føroyar 4 stig *
---------------------
3. Frakland 0 stig 
4. Rumenia 0 stig 

*Víðari

17.30: Frakland - Rumenia

Dystargongdin:

5 min: 3-3
10 min: 5-6
15 min: 9-10
20 min: 11-13
25 min: 14-16
30 min: 17-20
35 min: 18-22
40 min: 22-27
45 min: 25-29
50 min: 27-32
55 min: 30-36
60 min: 32-41


Føroysku málskjúttarnir:
Óla Jákup Gaard Olsen: 6 - dagsins spælari
Rókur Ziskason: 3
Búi Djurhuus Poulsen: 4
Tróndur Johnsson: 3
Óli Mittún: 3 (3)
Trúgvi Hávardsson: 3
Rói Hjaltason Seyer: 3
Sofus í Selvindi Nattestad: 2
Høgni Heinason: 2
Tóki Friðriksson: 2
Eyðbjørn Heini Danielsen: 1

Bjargingar:
Torstein Sivertsen: 8 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder