Hondbóltur

Taptu við tíggju málum

Eins og í undanfarnu dystum móti Rumenia, vóru Føroyar væl við í fyrra hálvleiki, men hesaferð skrædnaði stutt eftir steðgin. Føroyska liðið lærdi tó helst nógv av seinasta heimadystinum í hesari undankappingini og fekk millum annað víst gott álops- og kontraspæl í løtum.

Føroyska liðið hevði tað trupult móti kropsliga sterka rumenska liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið hevði tað trupult móti kropsliga sterka rumenska liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-20 20:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fyrra hálvleiki var Rumenia eini tvær-tríggjar ferðir á veg "avstað" frá Føroyum, men føroyska liðið vildi ikki sleppa gestunum leysar, og tá so rumenska liðið gjørdi nakrar tekniskar villur, brendi nakrar málmøguleikar og kviku føroysku leikararnir hildu fram við at bjóða størri og tyngru leikarunum av, so helt spenningurin í dystinum sær til hálvleiks.

Tað ber til at próvføra fyri, at um ikki Daciana Hosu í rumenska málinum hevði staðið so væl, so hevði tað verið javnleikur, ella høvdu Føroyar verið á odda í steðginum. Hosu hevði fleri bjargingar, tá føroysku leikararnir komu ein ímóti einum - eftir dystin hildu tær fyri, at tær høvdu skotið hana betri, enn hon í veruleikanum er. Tá ein minuttir var eftir av hálvleikinum, var munurin bert eitt mál, men útiliðið fekt økt til 11-13.

Spenningurin helt sær ikki leingi í seinna hálvleiki, hóast Rakul Wardum, ið avloysti Anniku Fríðheim Petersen í málinum, byrjaði við góðari bjarging, og Føroyar síðani minkaðu um munin til 12-13. 

[object Object]
Marianna Geirsdóttir Eystberg gjørdist aftur føroyskur toppskjútti 

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Útav teimum næstu tíggju málunum skoraði Rumenia átta, so støðan var 14-21, og harvið var ikki longur spenningur um útfallið. Føroyska liðið kom ikki líka lætt til møguleikar sum í fyrra hálvleiki, gjørdi ov nógvar tekniskar villur, brendi tvey brotskøst, og í verjupartinum eydnaðist ikki at tálma stóru og sterku rumenunum. Útiliðið nýtti millum annað strikuspælið væl, Cristina Neagu, ið hesuferð var við, fekk nøkur góð mál, og til endans var munurin tíggju mál.

Seinasti dystur hjá liðnum hjá Sonna Larsen í undankappingini verður leygardagin seinnapartin í Kolding. Danmark vann heili 38-22 í Eysturríki í kvøld og hevur harvið spælt seg til EM-endaspælið. Munurin tá liðini hittust síðst var tjúgu mál

Undankappingin til EM 2020, 5. og næstseinasta umfar
Høllin á Hálsi, 20.04
Føroyar - Rumenia 21-31 (11-13)

Føroyskir toppskjúttar: 
Marianna Geirsdóttir Eystberg 5
Nina Johansen 3
Turið Arge Samuelsen 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder