Hondbóltur

Taptu við fýra málum - vunnu við fýra málum

Tað sær nógv betri út fyri liðið hjá Hákuni West av Teigum enn liðið hjá Óla Mittún í stríðnum um fjórðingsfinalupláss í European League.

Óli hevði ikki sín besta dyst móti Hannover-Burgdorf í gjár. 18-ára gamli hoyvíkingurin skoraði tvey mál uppá fimm skotroyndir (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Óli hevði ikki sín besta dyst móti Hannover-Burgdorf í gjár. 18-ára gamli hoyvíkingurin skoraði tvey mál uppá fimm skotroyndir (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2024-03-27 10:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrru áttandapartsfinalurnar/play-off dystirnir í European League vórðu spældar í gjárkvøldið. Tvey føroyingafeløg eru millum tey liðini, ið dystast har, og tað stendur væl betri til hjá tí eina nú.

Füchse Berlin er eisini stórfavorittur í uppgerðini móti Kadetten Schaffhausen. Sveisiska liðið hekk fínt í á heimavølli í gjár, men at enda gjørdist munurin fýra mál. Kadetten fekk ikki støðga heimsins besta spælara, Mathias Gidsel, og serbiski málverjin Dejan Milosavljev stóð væl. 

Hákun West av Teigum hevur spælt nógv í European League, men í gjár spældi Hans Lindberg allar 60 minuttirnar. Tað er væl hugsandi, at Hákun fær spælitíð í heimadystinum týskvøldið, har Füchse skal gera arbeiðið liðugt.


Til ber at síggja hæddarpunkt frá dystinum her

IK Sävehof vitjaði hjá Hannover-Burgdorf. Har var vongurin Gustaf Wedberg í hopla og skeyt tólv mál - uppá tólv skot - og útiliðið skoraði 30 ferðir. Trupulleikin var tó, at at spælið hjá heimaliðnum var meira sannførandi, og fyrrverandi Sävehof-spælarin, Jonathan Edvardsson, gjørdi bart við átta málum.

Óli Mittún hevði ikki sín besta dyst. Ungi føroyingurin skeyt fimm ferðir og skoraði tvey mál. Gamaní legði hoyvíkingurin upp til nøkur mál, men Sävehof var aftanfyri við fýra málum í steðginum og tapti eisini við fýra málum. Harvið er mótbrekka undan seinna dystinum móti Bundesliga-felagnum.

Fyrru "Áttandapartsfinalurnar" í European League
Í gjár, týsdagin 26.03
Kadetten Schaffhausen - Füchse Berlin 28-32 (15-16)
TSV Hannover-Burgforf - IK Sävehof 34-30 (18-14)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder