Annað

TB endaði á 3. plássi í Føroya Tele deildini

Mjølnir-TB 3-2 (18-25, 14-25, 25-22, 25-22, 15-10).

2023-04-16 10:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kvinnurnar hjá TB leiktu síðsta dystin í kappingini í Føroya Tele deildini fyri kvinnur í gjár. Uttan mun til úrslitið av dystinum endaðu TB-kvinnurnar á 3. plássi.

Síðsti dysturin hjá TB var ímóti Mjølnir í Klaksvík. Heldur óvæntað vann Mjølnir 3-2, eftir at TB lættliga hevði vunnið tvey tey fyrstu settini. Tvey tey næstu settini gjørdust sera jøvn og spennandi, men leikliga ikki serliga góð, tí nógvir feilir merktu spælið. Tá Mjølnir so vann hesi settini, skuldi dysturin avgerast við einum javnbrótara, sum Mjølnir vann rættuliga lættliga.

Mjølnir hevur ein dyst eftir - ímóti SÍ - og uttan mun til úrslitið av hesum dystinum, so endar Mjølnir nr. 4. í Føroya Tele deildini fyri kvinnur.

Í byrjanini av kappingini vann TB teir dystirnar, sum væntandi vóru, men taptu so ímóti sterku liðunum SÍ og Fleyr. Tá TB-liðið væl eftir kappingarbyrjan bleiv fullmannað, byrjaði liðið at vísa meira styrki. Her var tað serliga nýggi leikarin Ariana Pereyra Gonzales úr Argentina, sum gekk á odda fyri TB. Ariana er helst millum bestu miðjur í kappingini í ár.

TB spældi seg í mars mánaða fram ímóti einum finaluplássi, tá tær lættliga vunnu 3-0 ímóti Fleyr á Tvøroyri hin 17. mars. Men tá tær so taptu næsta dystin ímóti Fleyr, var finaluplássi í veruleikanum farið, og síðani hava úrslitini ikki hilnast so væl.

Arthur Djurhuus Poulsen hevur haft TB-liðið undir hond alt kappingarárið, og hevur hann veruliga gjørt mun, sum venjari á Tvøroyri, og spennandi verður at fylgja liðnum hjá Arthur komandi kappingarár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder