Steypakappingin, kvinnur - bólkur 1
KÍF – TB 1-3 (25-20, 20-25, 10-25, 17-25)
Fyri fyrstu ferð í fleiri ár verður TB at síggja á stóra hálvfinaludegnum í Klakvík, eftir at TB í dag tryggjaði sær sætið við 3-1 sigri á KÍF í Kollafirði, har fitt av fólki var komið at hyggja – mest kollfirðingar.
Teir sóu eisini heimaliðið leggja seg á odda við at vinna fyrsta settið 25-20. KÍF vann seg beinan vegin eini fýra stig framum, og tann munurin helt sær alt settið.
KÍF kundi við sigri eisini tryggja sær sess í hálvfinaluni, og vónirnar gjørdust ikki minni bjartar, tá KÍF legði seg á odda 4-0 í øðrum setti. Men tann gleðin skuldi vísa seg at gerast stokkut, tí í einum háli gjørdist støðan 9-4 til TB eftir frálíkar servur frá Johannu Bjørt Christiansdóttir. TB helt seg trygt frammfyri restina av settinum og gjørdi tað til 25-20 við einum serviessi.
Í triðja setti gekk javnt á til 6-6, men so gjørdi TB eitt skarvslop og legði seg á odda 12-7 eftir fimm servur frá Sólvá Dimon, og síðani 20-8 við sjey servum frá Rannvá Berg á Roykheyggi, áðrenn settið var vunnið 25-10.
Fjórða sett gjørdist heldur aldrin spennandi, og brátt var støðan 12-3 til TB, sum at enda vann 25-17 við síðsta bóltinum, sum argentinska Ariana Pereyra Gonzalez langaði í gólvið, sum hon hevði gjørt so mangan í dystinum.
Leygardagin spæla Fleyr og TB um hvør av teimum skal enda ovast í bólki 1, og tí sleppa at spæla hálvfinalu ímóti nr. 2 í bólki 2.
Í bólki 2 liggja Ternan og Dráttur púra jøvn á fyrsta plássi við 4 stigum; 1 stig frammanfyri SÍ, sum tó hevur spælt ein dyst minni. Hvørji tvey av teimum trimum koma í hálvfinaluna í steypakappingini verður avgjørt mikudagin og sunnudagin, tá SÍ vitjar Ternuna á Toftum og síðani tekur ímóti Mjølni í Sørvági.
Stóri hálvfinaludagurin í Klaksvík verður leygardagin 18. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald