Fótbóltur

TB fer niður aftur - B36 blakaði alt burtur

Niðurflutta AB vann 3-2 í vindinum á Argjum, og 07 Vestur vann í Trongisvági. Harvið var talan um góðan dag hjá ÍF, HB og Víkingi. Síðstnevnda vann á føroyameistarunum í Klaksvík.

ÍF spældi málleysan javnleik móti B68. Fuglfirðingar verða verandi í deildini, meðan TB fer niður (Mynd: Sverri Egholm)

ÍF spældi málleysan javnleik móti B68. Fuglfirðingar verða verandi í deildini, meðan TB fer niður (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-29 16:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dramatiska síðsta umfarið í Betrideildini er av. Niðurstøðan eftir fimm tættar dystir er, at Víkingur og HB skulu spæla í Conference League, meðan B36 má halda við HB í steypafinaluni, og at ÍF heldur sær uppi í Betrideildini, meðan TB má tungu leiðina niður.

TB gjørdi ikki sítt á heimavølli móti 07 Vestur, meðan ÍF aftur helt málið reint og fekk fagnað í, í Fuglafirði.

Størsti skelkurin var á Argjum tá niðurflutta AB, við fleiri ungum spælarum, sendi B36 úr topp-trý, har liðið hjá Dan Brimsvík hevur verið leingi. Harvið einki heiðursmerki í B36-húsið, har man má bíða til eftir steypafinaluna, fyri at finna útav hvør evropeiska lagnan verður.

Hitt liðið úr Gundadai gjørdi sítt. Tað var tó als ikki lætt á Eiði, har Adrian Justinussen gjørdi hetjan eftir flott upplegg frá Áka Samuelsen. Harvið yvirhálaði HB grannarnar á mállinjuni.

Í Klaksvík setti Sølvi Vatnhamar ógvuliga virðiligt punktum fyri Víking. Toppskjúttin í Betrideildini skoraði til 1-2 við brotssparki. Hetta var síðsta skotið á árinum: 13. sigurin á rað til Víking, ið gav KÍ sín fyrsta ósigur á heimavølli í Betrideildini síðani 1. umfar í 2020.

Meira seinni

27. umfar í Betrideildini, í dag sunnudagin 29. oktober
KÍ - Víkingur 1-2 (0-1)

EB/Streymur - HB 0-1 (0-0)
ÍF - B68 0-0
AB - B36 3-2 (2-1)
TB - 07 Vestur 0-1 (0-1

Endaliga støðan
1. KÍ 67 stig 
2. Víkingur 60 stig
3. HB 58 stig
--------------------
4. B36 57 stig
5. 07 Vestur 40 stig
6. EB/Streymur 25 stig
7. B68 23 stig
8. ÍF 20 stig
--------------------
9. TB 16 stig
10. AB 15 stig 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder