Fótbóltur

TB gjørdi trý mál og fekk trý stig á jóansøku

Lyklasigur í botnstríðnum hjá uppflytarunum, ið vendu 0-1 til 3-1 eftir steðgin við Stóra. Nikolei Johannesen gjørdist hetjan - AB er í stórum trupulleikum.

Samudeen Musah skoraði síðsta málið hjá TB. Nikolei Johannesen, ið er bróður Patrik Johannesen, legði upp og skoraði hini bæði málini í týdningarmikla sigrinum (Savnsmynd: Bjartur Vest)

Samudeen Musah skoraði síðsta málið hjá TB. Nikolei Johannesen, ið er bróður Patrik Johannesen, legði upp og skoraði hini bæði málini í týdningarmikla sigrinum (Savnsmynd: Bjartur Vest)

2023-06-24 21:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stevnulagið á Tvøroyri og í Trongisvági er helst heilt gott eftir sigurin hjá TB við Stóra í kvøld. AB vitjaði á nýggja graslíkinum, og heimaliðið skoraði tríggjar ferðir í seinna hálvleiki og tryggjaði sær harvið trý ógvuliga týdningarmikil stig. Uppflytararnir eru nú átta stig frammanfyri argjamenn, eru trý stig frá ÍF og strikuni, og hava teir yvirhálað B68. 

Tað var annars talan um marrubyrjan hjá TB. Longu í 4. minutti sendi Ragnar Skála bóltin framvið Arthuri Poulsen, sum fyri triðju ferð vardi TB-málið sum avloysari. AB hevði veruliga tørv á trimum stigum, og støðan var 0-1 til stutt inn í seinna hálvleik.

TB var omaná eftir steðgin, og var Nikolei Johannesen lykilin til, at heimaliðið fekk trý mál. 22-ára gamli miðvallarin hevur spælt allar dystirnar í ár, og nú á jóansøku skoraði hann síni fyrstu mál. 1-1 málið var ein perla, og leiðslumálið, tjúgu minuttir seinni, var eftir brotsspark, sum Nikolei sjálvur vann. Hann setti eisini bóltin trygt í netið.

Nú var AB veruliga kroyst. Útiliðið søkti eisini at, men TB stríddist ímóti, hevði góðan stuðul, og fimm minuttir fyri tíð økti Samudeen Musah. Hetta var eftir, at ganabúgvín hevði fingið bóltin frá Nikolei og sett ein AB-spælara av.

So var veruligur fagnaður við Stóra. AB fekk minkað um munin í yvirtíðini, men tá var ov seint: TB vann jóansøkudystin, steypið og trý ógvuliga kærkomnan stig. Talið av málið er økt við einum triðingi, hetta var triði sigur í ár, og liðið hjá Tummas Erlingi Djurhuus er nú á 7. plássi við 12 stigum. AB rennur veruliga aftaná, og uppgávan gjørdist bert tyngri nú.

Betrideildin 14. umfar
Leygardagin 24, juni 

TB - AB 3-2 (1-0)

4' Ragnar Skála 0-1
52' Nikolei Johannesen 1-1
73' Nikolei Johannesen 2-1
86' Samudeen Musah (Nikolei Johannesen) 3-1
90 (+6)' Brian Jakobsen 3-2

Støðan í botninum - øll hesi hava spælr 13 dystir: 
7. TB 12 stig (14 dystir)
8. B68 11 stig
9. ÍF 9 stig
10. AB 4 stig (14 dystir)

Fýra dystir verða spældir í morgin, 25. juni: 

15.00:

07 Vestur - HB
B36 - EB/Streymur
Víkingur - ÍF

16.00: B68 - KÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder