Fótbóltur

TB gjørt sáttmála við danskan áleypara

23-ára gamli Mads Raben er í løtuni toppskjútti hjá Dalum í triðbestu deildini. Hann er yngsti debutantur nakrantíð hjá OB.

Mads Raben gerst fjórði danin í hópinum hjá TB (Mynd: Dalum)

Mads Raben gerst fjórði danin í hópinum hjá TB (Mynd: Dalum)

2020-01-17 16:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

TB fekk áðrenn árskifti nýggjan venjara úr Danmark, við týskari bakgrund, og tríggjar danskar leikarar. 

Les eisini: Nýggir spælarar heilsaðu upp á borgarstjóran

Micheal Winther hevur nú fingið enn eitt kort at nýta. Bold.dk skrivar, at Mads Raben kemur til føroyska felagið at spæla. Hann kemur av Fjóni, og seinasta árið hevur 23-ára gamli áleyparin hevur skorað 9 mál í 16 dystum fyri liðið úr triðbestu deildini, og nú fær TB gleði av honum.

- Tað verður spennandi at royna eina nýggja mentan. Eg kenni ikki so nógv til tað; tað er ikki tað mest eksotiska staðið, men eg gleði meg 

Hetta sigur Raben við stóru donsku fótbóltsheimasíðuna, bold.dk

Fyrrverandi OB-leikarin Anders Møller Christensen viðmælti Raben til Micheal Winther. Raben hevur eina fortíð í júst OB. Har hevði hann ungdómssáttmála og fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum, tá hann bert var 16 ár og 75 dagar. Harvið er hann tann yngsti leikarin nakrantíð, ið fær debut við Superliga-liðnum. Hann royndi seg í 18 mánaðir í Fredericia, áðrenn áleyparin fór aftur til Fjón at spæla.

Raben sigur eisini við Bold, at lønarstøðið var við til at gera tað meira áugavert - hann sigur, at hann næstan kann vera yrkisleikari í TB.

Í fyrstu atløgu er talan um ein eitt-ára sáttmála, men Mads Raben upplýsir fyri donsku heimasíðuni, at partarnir hava avtala at tosa um eitt møguligt longri samstarv í summar. 

Mads Raben verður liðfelagi við landsmenninar Sebastian Kroner, Rasmus Møller og Frederik Mehder. Síðstnevndi er málverji.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder