TB hevur fyri stuttum havt ein danskan málverja til royndarvenjing, og 19-ára gamli Anders Hoff vísti seg væl fram við Stóra - tb.fo skrivar, at tað beinanvegin varð greitt, at her høvdu vit við eitt sera stórt talent at gera.
- Áhugin fyri víðari samstarvi varð alt fyri eitt kveiktur hjá felagnum og í gjár bar so á mál og sáttmálin varð undirskrivaður.
Um unga mannin, ið skal verja TB-málið í ár, skrivar aldursforsetin í føroyskum fótbólti, at Anders er dani, 19 ára gamal, 188 cm høgur, og kemur úr danska superligafelagnum AC Horsens. Til í januar í ár var han útleigaður til Middelfart, har hann varð umrøddur sum eitt stórt málmanstalent - hetta fekk TB eisini váttað frá fólki í nærumhvørvinum har.
Í tíðarskeiðinum hjá Hoff í Middelfart spældi hann ein dyst við besta liðnum: Ein steypadyst móti lægri liði. Annars er málverjin skrásettur fyri nógvar dystir fyri eykaliðið og U19-liðið hjá AC Horsens, har hann hevur verið triðji málverji hjá besta liðnum.
Nú skal hann royna seg sum fyrsta málverja hjá TB, ið hevur tikið fetið upp í Betrideildina. Sambært bold.dk er talan um leigusáttmála. Anders Hoff varð fyri einum ári síðani úttikin til danska U-19 landsliðið til ein vinardyst ímóti Ungarn. Hann kom tó ikki á vøllin.
Anders Hoff saman við André Dalfoss, formanni felagsins (Mynd: tb.fo)
Annar málverji hjá TB verður, eins og í fjør, Allan Müller. 27-ára gamli hvalbingurin skrivaði eisini undir sáttmála fyri 2023 hóskvøldið.
Hann er á Faroesoccer skrásettur fyri 21 dystir fyri barndómsfelagið Hvalba (í 2. deild og í steypakappingini). Í fjør kom hann til TB, har hann spældi fýra dystir í 1. deild.
- Allan kemur at vera 2. málmaður á besta liðnum, og tað er av alstórum týdningi at hava gott fólk at seta inn, um 1. málmaðurin fer leikbann ella verður skaddur, skrivar tb.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald