
Í morgin, ólavsøkudag, spælir TB stórdyst á Tórsvølli móti ÍF, og nú er nýggur nigerianskur áleypari kunngjørdur.
Talan er um 26-ára gamla Onyekachi Hope Ugwuadu. Hann verður vanliga nenvdur Kachi og hevur hann spælt við fleiri norskum feløgum.
Hann kom fyrst til Sarpsborg í 2015, síðani var hann í Bodø/Glimt, tá liðið var í næstbestu deildini, og Kachi hevur síðstu árini verið liðfelagi við bæði Ára Mohr Jónsson í Sandnes Ulf og Gilla Rólantsson Sørensen í Odds BK.
Sambandið við TB er helst komið partvís gjøgnum Gilla. Kachi spældi eitt sindur fyri Odds í bestu deildini men annars á næstbesta liðnum í triðbestu deildini. Seinastu tvey árini hevur áleyparin verið mest at sæð í lægru norsku deildunum - sáttmálin hjá honum við Odds gekk út í fjør, og síðani er hann skrásettur við Pors Fotball, sambært Transfermarket.
Besta árið hjá Onyekachi Hope Ugwuadu var í 2019 í Sandnes Ulf. Tá skoraði hann 10 mál og legði upp til seks mál í 26 dystum, og síðani keypti Odds BK hann. Har spældi hann nakað saman við Gilla Rólantssyni, sum í summar hevur skift úr barndómsfelagnum til Vejle.
Nú er vónin hjá TB, at Kachi fer at gera mun í álopinum. Fyrsta royndin verður í annaðkvøld á Tórsvølli - loyvini eru komin uppá pláss. 30-ára gamli tvøramaðururin Rógvi Joensen verður helst at síggja í svørtum og hvítum í morgin aftur.
Kelda: Transfermarket og Tvøroyrar Bóltfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald