- Tað er við stoltleika, at okur kunnu kunngera, at Torkil Úlvur Jespersen Holm hevur undirskrivað ein nýggjan sáttmála við felagið.
Soleiðis skrivaði Tvøroyar Bóltfelag á síðu sínari um vikuskiftið. Talan er um ein rímiliga serligan sáttmála fyri felagið, tí talan er um ein spælara við stórum gjøgnumbrotið í ár.
- Torkil fekk sínar fyrstu dystir á besta liðnum í endanum av síðsta kappingarári, og øll vóru samd um, at hetta var ein leikari, ið okur í TB kundu vænta okum nógv av í framtíðini. Men at hann longu nú, sum bert 17 ára gamal, er blivin ein so týðandi partur av 1. liðnum, høvdu tey fægstu nokk væntað.
Torkil er byrjaður inni í øllum 15 landskappingar- og steypadystunum hjá TB í ár. Har hevur 17-ára gamli spælarin skorað fýra mál og víst seg væl fram fyri liðið, ið er á 3. plássi í 1. deild og á odda 1-0 eftir fyrru hálvfinaluna móti B36 í steypakappingini.
Torkil Holm saman við Markusi Thorberg, spælandi venjara hjá TB (Skíggjamynd)
Væntað verður eisini nógv av bakkinum/vonginum í framtíðini. So nógv, at Tvøroyrar Bóltfelag í sambandi við sáttmálan skrivar, at "Okur síggja, at Torkil hevur tað, sum skal til, fyri at blíva næsti stóri landsliðsleikarin fyri TB í framtíðini".
Hetta eru ikki hissini orð. Áhugi hevur eisini verið fyri Torkili Holm norðanfyri. Hann hevur spælt 7 U17-landsdystir, og spennandi leikarin verður lýstur á hendan hátt.
Torkil er ein leikari, ið hevur dygdir og tann rætta hugburðin, og eru okur í felagnum sera fegin um at kunna knýta Torkil at felagnum tey næstu árini. Hann hevur talentið og hugburðin, sum saman við nærlagdum arbeiði kann geva honum eina bjarta framtíð sum fótbóltsleikara.
Sáttmálin millum partarnar er galdandi til ársenda 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald