Fótbóltur

TB koppaði oddaliðnum á Jóansøku

Teitur Olsen, ið spældi sín seinasta heimadyst á hesum sinni, gjørdist sigursharri við frálíkum málið.

Teitur J. Olsen gjørdi hetjan í Trongisvági í kvøld (Mynd: Jan Smedemark)

Teitur J. Olsen gjørdi hetjan í Trongisvági í kvøld (Mynd: Jan Smedemark)

2019-06-22 21:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag høvdu NSÍ og B36, nummar tvey og trý á stigatalvuni, leikt javnt í Gundadali. Harvið hevði KÍ í kvøld ein møguleika at økja um munin í oddinum, men ístaðin gjørdist alt tættari, og tað kann veruliga gerast ein "klumpur" av liðum heilt frammi í oddinum, um Víkingur vinnur á AB í morgin. HB kann eisini nærkast við trimum stigum. Hetta kemst av, at tvørámenn megnaðu at basa liðnum sum hevur verið í oddasessin so leingi á Jóansøku eftir frálíkt avrik.

Klaksvíkingar vistu, tá teir fóru suður, at talan fór at verða um eina trupla uppgávu. TB hevur havt nógv góð úrslit og avrik við Stóra í ár, og TB og KÍ spæla oftast tættar dystir, tá KÍ vtjar. Oddaliðið hevur tó havt eina sera góða gongd tað mesta av árinum, og í undafarnu 12 dystunum hevði KÍ vunnið teir ellivu. Liðið hjá Mikkjal Thomassen kom eisini suður við trimum nýggjum leikarum. Semir Hadzibulic, ið byrjaði inni, og Páll A. Klettskarð vóru aftur í hópinum, og norðmaðurin Magnus Stamnestrø var heilt nýggjur á liðnum og kom inn í 2. hálvleiki.  

[object Object]
(Semir var aftur í KÍ-blusuni í kvøld - Savnsmynd)

TB hevði eisini nýggjan leikara á dómaraseðlanum. 30-ára gamli Ken Fagerberg er júst komin úr 07 Vestur, og sterki áleyparin úr Svøríki kom inn tíðliga í 2. hálvleiki og gjørdi veruligan mun í dystinum. Heimaliðið var uttan leikbannaða Stefan Radosavljevic, ið eins og venjarin Zoran Pavlovic fekk reytt kort í yvirtíðini ímóti B36. Harvið stóð hjálparvenjarin Karl Øster á odda fyri TB-liðnum í jóansøkudystinum, har ein rúgva av fólki varð komið saman.

Í 1. hálvleiki vóru nógvar spentar støður í báðum brotsteigunum, tó uttan nógvar upplagdar málmøguleikar. KÍ var meira omaná í spælinum og fekk lagt trýst á TB í løtum við m.a. deyðbóltum. Útiliðið hevði nógv hornaspørk og innkøst, ið støður komu bruturúr. Bólturin var tvær ferðir í málinum hjá TB, men í báðum førum varð tað kolldømt. Heimaliðið fekk flutt bóltin væl runt í løtum og arbeiddi sera hart og væl.

[object Object]
(John Villi Leo við 19-talinum spældi ein góðan dyst á miðvøllinum hjá TB Í kvøld - Mynd: Ólavur Frederiksen)

Hetta helt fram í 2. hálvleiki, har dystarmyndin leingi var tann saman. TB var tó í løtum uppaftur betri við, og eftir hornaspark var fyrrverandi KÍ-leikarin Ndende, ið leikti ein sera góðan dyst í miðverjuni, sera nær við eftir hornaspark. Tað var innskifti Boris Dosljak hjá KÍ eisini stutt seinni, tá hann var fyrstur á returin eftir fríspark frá Patrik Johannesen, men hann skeyt uppum. Hesa løtuna hevði KÍ veruliga yvirtakið, men so svaraði TB aftur. Veljko Vukovic sendi eitt sera gott hornaspark inn úr vinstru, og har møtti miðverjin Teitur J. Olsen bóltin við ferð, og so var eingin møguleiki hjá Kristian Joensen.

KÍ skuldi nú royna at svara aftur, men hetta var trupult ímóti vælskipaða heimaliðinum, ið eisini hótti hinvegin. Páll Klettskarð, ið framvegis ikki er 100 % eftir sín skaða, varð sendir á vøllin, men beint eftir hetta gjørdist fyritreytirnar verri hjá KÍ verri, tá Deni Pavlovic fekk reytt kort fyri hevnisøku. Spenningurin og larmurin kring vøllin øktist, og heimáskoðarnir kundu av álvara fegnast, tá Eiler Rasmussen bríklaði fyri seinastu ferð. TB kundi lyfta steypið, og kundi fegnast um at vera komin uppá 15 stig og heilt burtur úr niðurflytingarvanda.

[object Object]
(22. mai megnaði KÍ ikki at skora ímóti HB - hetta gekk heldur ikki hjá Patrik Johannesen og co. við Stóra í kvøld - Mynd: Sverri Egholm) 

Frammanundan TB var HB einasta liðið, ið hevði bast KÍ í ár. Aldursforsetin helt málið roynt ímóti KÍ, og tað hevur eisini bert HB megnað fyrr í ár (tvær ferðir við Djúpumýru: 1. umfar og seinnu í hálvfinaluni í steypakappingini) NSÍ hevur nú oddasessin orsaka av málúrttøku, og KÍ fer í summarsteðg frá Betrideildini, men skal spæla í Europa League í øllum førum komandi tveir hósdagarnar. TB skal til Sarpugerði at spæla komandi sunnudag í seinasta umfarinum undan summarstegðinum.

Betrideildin - 14 umfar
TB - KÍ 1-0 (0-0)
73' Teitur J. Olsen 1-0

TB (4-4-2): 
Milos Budakovic (L) - Aron Sørensen (12', Teitur Olsen, Ndende Adama Gueye, Dánjal Godtfred - Nikolei Johannesen, John Villi Wøldike Leo, Veljko Vukovic, Ivan Ivanovic - Ragnar Tausen (50' Ken Fagerberg), Luc Michael Jeggo
Gul kort: Veljko Vukovic, John Villi Wøldike Leo,

KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen, Ólavur Niclassen (85' Páll Andrasson Klettskarð) - Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic (76' Magnus Stamnestrø), Jákup B. Andreasen, Simon R. Sandmæl - Patrik Johannesen, Torbjørn Grytten (46' Boris Dosljak)
Reytt kort: Deni Pavlovic (86'), Gult kort: Jóannes Kalsø Danielsen 

Dómari: Eiler Rasmussen

23/6 (í morgin):
AB - Víkingur 
EB/Streymur - ÍF
Skála - HB

Støðan í Betrideildini: 
1. NSÍ (32 stig) *
2. KÍ (32 stig) *
3. B36 (31 stig) *
4. Víkingur (29 stig)
5. HB (24 stig) 
6. Skála (15 stig) 
7. TB (15 stig) *
8. EB/Streymur (7 stig)
9. AB (4 stig)
10. ÍF (4 stig) 

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder