Annað

TB megnaði einki ímóti Fleyr í oddadystinum

Hotel Djurhuus-deildin: Fleyr – TB 3-0 (25-14, 25-20, 25-18).

(Mynd: Fleyr)

(Mynd: Fleyr)

2025-10-12 10:53 Author image
Innsent
placeholder

Undan dystinum í gjár vóru bæði Fleyr og TB ósigrað, men Fleyr var tó eitt stig frammanfyri á stigatalvuni, tí TB hevði einans fingið tvey stig í 3-2 sigrinum á KÍF, men við sigri á Fleyr í gjár hevði TB møguleikan at leggja seg á odda í Hotel Djurhuus-deildini. So skuldi tó ikki verða, tí Fleyr vann tryggan 3-0 sigur, og bert eitt stutt skifti í øðrum setti megnaði TB at bjóða av.

Fleyr sprakk avstað í fyrsta setti og legði seg á odda 6-1 og 11-4, og tann munurin bara vaks, til Fleyr hevði vunnið 25-14.

Fleyr var eisini frammanfyri tað mesta av øðrum setti, men við fýra stigum á rað fór TB kortini framum 10-9. Fleyr vann sær tó leiðsluna aftur alt fyri eitt, og vann settið 25-20.

Eftir at TB hevði lagt seg á odda 2-0, vann Fleyr seks stig á rað og fór framum 10-4, og tann munurin helt sær restina av settinum, sum Fleyr vann 25-18.


Í dag hevur SÍ møguleikan at taka annaðplássið, vinna tær á Drátti í oyggjaruppgerðini, sum byrjar kl. 16 í Sørvági.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

LiðDystirSettmunurStig
Fleyr389
TB315
Mjølnir315
214
KÍF3-51
Dráttur2-60

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder