Fótbóltur

TB steðgar samstarvinum við høvuðsvenjaran: Helen tekur sær av restina av kappingarárinum

Høvuðsungdómsvenjarin hjá TB, Helen Lorraine Nkwocha, tekur sær av besta mansliðnum hjá felagnum, tað sum er eftir av kappingarárinum. Niðurflyting er veruleiki í Suðuroynni.

Helen Lorraine Nkwocha

Helen Lorraine Nkwocha

2021-09-22 22:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Niðurflyting tykist at vera veruleiki í Suðuroynni, og í kvøld boðar TB frá, at høvuðsvenjarin, Lars Heiliger, sum tók yvir eftir at Michael Winter í apríl segði seg úr starvi, nú eisini er farin úr starvi.

- Leiðslan í Tvøroyrar Bóltfelag hevur avgjørt at enda samstarvið við týska venjaran Lars Hage Heiliger, sigur TB í fráboðan.

Úrtøkan hjá TB hevur verið stak vánalig í ár. Eftir 21 dystir liggur TB aftast við bara trimum stigum. Tvøramenn hava ongan dyst vunnið, men spælt tríggjar javnleikir.

Tað verður nú høvuðsungdómsvenjarin hjá TB, Helen Lorraine Nkwocha, sum hevur áttikið sær venjarauppgávuna, tað sum er eftir av hesum kappingarárinum.

Helen Lorraine Nkwocha kom til felagið í vár.

Les eisini: Helen Nkwocha sett sum høvuðsungdómsvenjari hjá TB

[object Object]Týski Lars Heiliger varð settur sum venjari tá Michael Winter valdi at takka fyri seg eftir 4-0 tap ímóti B36 síðst í apríl (Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder