Fótbóltur

TB styrkt seg við tveimum leikarum úr Serbia

TB kunngjørdi í gjár, at tveir nýggir leikarar eru komnir til felagið.

2019-01-12 12:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá tað var endaliga greitt, at samanleggingin í Suðuroy ikki kom ígjøgnum, var stórt ivamál um, hvussu TB fór at verða mannað. 

Elsta felag í Føroyum hevur síðani av øllum alvi roynt at styrkt liðið, sum skal spæla í Betrideildini. 

Bolt.fo hevur skrivað, at serbin Zoran Pavlovic allarhelst verður nýggjur venjari í felagnum. Í seinnu hálvu av 90'árunum spældi hann við TB og var venjari eitt skifti.

Tað er ikki kunngjørt enn, hvør skal vera venjari, men í gjárkvøldið kundi TB boðað frá, at sáttmáli er gjørdur við tveir serbar. TB skrivaði á heimasíðu sínari, at tveir 29-ára gamlir leikarar úr Serbia fara at umboða felagið. Talan er um miðvallarleikaran Veljko Vukovic og áleyparan Ivan Ivanovic.  

Heimasíðan skrivar, at hesir fara at styrkja um hópin til hetta kappingarárið, og sostatt er gongdin við at brynja seg til Betri deildina 2019 væl ávegis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder