Fótbóltur

TB tapti 8-0 á Skála

Bæði suðuroyarfeløgini eru sligin út steypakappingini móti 1. deildarliðnnum - AB er víðari saman við Skála. Hjá TB var talan um sorl.

Ein tungur dagur á kontórinum hjá Gilla Rólantsson Sørensen og hinum - í fjør vann TB fyrru hálvfinaluna móti B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ein tungur dagur á kontórinum hjá Gilla Rólantsson Sørensen og hinum - í fjør vann TB fyrru hálvfinaluna móti B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-07 19:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

TB byrjaði árið væl, men hósdagin endaði tað við tapi í Suðuroyaruppgerðimi, og í kvøld varð aldursforsetin eyðmýktur á Skála.

Teir appelsinlittu vóru flúgvandi og vunnið heili 8-0. Serliga Martin Johansen var í hopla og skoraði helmingin av málinum.

TB fekk eitt reytt kort men tá var longu 6-0.

Steypakappingin hevur ikki hægstu raðfesting við Stóra men frá tí og so at tapa 8-0 er langt.



[object Object]

Skíggjamynd: portal.fo

Ein annar dystur í kappingini um Løgmanssteypið byrjaði klokkan 17.30. Hetta var á Argjum, har FC Suðuroy vitjaði.

Eisini har vann eitt 1. deildarlið á einum suðuroyarfelagi. Bartal Skaalum Petersen skoraði einsamalla málið við brotssparki stutt fyri steðgin. Hann fekk reytt kort í 57. minutti, men AB helt fast og er í fjórðingsfinaluni.

Fylg gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder