Annað

TB vann greitt Bónusfinaluna fyri dreingir 12

TB-ÍF 2-0 (25-17, 25-14).

2024-02-25 11:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

U12 dreingirnir hjá TB vunnu gull í finaluni í Bónuskappingini.

Tvørádreingir vóru ein ov stórur biti fyri fuglfirðingar leygardagin, tá finalan í Bónuskappingini fyri dreingir 12 var á skránni. TB vann ein greiðan 2-0 sigur á ÍF og eru teir sostatt steypavinnara av Bónuskappingini 2024.

Dagsins leikari í dystinum gjørdist Allan Christiansson frá TB.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder