
Flytingarvindeygað í Føroyum er latið aftur. Í gjár varð kunngjørt, at Søren B. Nielsen flytur til Skála. Í dag er greitt, at Reidar Dahl Joensen kemur heim til TB/FCS/Royn. Hetta skrivar bolt.fo. 27-ára gamli leikarin hevur gjørt sáttmála við TB/FCS/Royn. Tað er Julius V. Joensen, formaður í FC Suðuroy, sum váttar hetta.
Reidar hevur seinnu árini spælt við ÍF Føroyum, har hann m.a. seinastu tíðina hevur verið fastur í miðverjuni, hjá liðinum sum hevur klárað seg væl í donsku steypakappingini
Stóri leikarin kann bæði spæla bæði í verjuni og í álopinum. Hann hevur áður umboðað FC Suðuroy í bestu deildini. Har er hann er skrásettur fyri 17 dystir; harav 16 í kappingarárinum 2012.
TB/FCS/Royn liggur í løtuni nummar átta í Betri-deildini; trý stig frá niðuflytingarstrikuni. Suðringar spæla fyrsta dystin eftir summarsteðgin á Argjum 27/7. Talan er um lykladyst í botnstríðnum
Les eisini: https://dagur.fo/danskur-aleypari-til-skala
Kelda: bolt.fo og farroesoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald