Team Klaksvík varð í 2006 stovnað sum felagið fyri mannfólka- og dreingjahondbólt í Klaksvík, eftir at Stjørnan nøkur ár frammanundan varð stegðað við tí virkseminum.
Síðani hava ymisk framstig verið, og nú hevur felagið fingið sín egna sang.
Tað er Rógvi á Tjaldrafløtti Olsen, ið hevur skrivað orð og lag, og tað er Jón Jacobsen, ið syngur. Teir báðir vóru í nógv ár partur av lokala tónleikabólkinum Grandma's Basement og spældu eisini hondbólt fyri Team Klaksvík.
Tað er Mikkjal Hvannastein, ið stendur fyri øllum ljóðførunum, ljóði og Mestering, umframt forritan
Edmund Jacobsen syngur kór saman við Jón Jacobsen. Sangurin, ið kann hoyrast omanfyri, hevur ikki annað heiti enn "Team Klaksvík"
Kelda: Team Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald