
Tríggir dystir í bestu hondbóltsdeildunum vórðu leiktir í gjárkvøldið - ein í Kollafirði og tveir á Skála
Tá farna kappingarár støðgaði í mars, hevði Team Klaksvík ikki vunnið ein dyst. Klaksvíkingar endaðu annars væl í 2019. Sunnudagin tapti Team Klaksvík við tveimum málum móti Kyndli, og í gjár eydnaðist at vinna í Kollafirði. Tá leikaði javnt á í einum heldur málfátøkum 1. hálvleiki. Nýggi russiski leikarin hjá KÍF, Nikolay Blizov, gjørdi um seg við at skora seks av teimum átta málunum hjá heimaliðnum fyri steðgin
Team Klaksvík byrjaði sum 2. hálvleikur leið at økja um leiðsluna og endaði við at vinna við seks málum. Talan var um úrslit, ið nógv gjørdist bilsin av, men sum er sera gott fyri klaksvíkingar.
H71 vann greitt á Skála
Hoyvíkskvinnur skoraðu heili 37 mál á Skála, og Maria Halsdóttir Weyhe skoraði heili 16 av teimum. StÍF var væl við allan 1. hálvleik, men í 2. hálvleiki dró H71 frá. Karina Berg Høgnesen gjørdi um seg fyri StÍF við 11 málum.
Hjá monnunum var eingin ivi. H71 vann við 17 málum og kom harvið væl frá byrjan. StÍF hevur tapt báðar dystirnar - tann fyrri var í Vestmenna sunnudagin.
SMS-deildin
16/9
StÍF - H71 29-37 (16-17)
Toppskjúttar: Karina Berg Høgnesen 11 mál, Maria Halsdóttir Weyhe 16 mál
Burn-deildin
16/9
KÍF - Team Klaksvík 16-22 (8-10)
Toppskjúttar: Nikolay Blizov 6 mál, Valentino Valentakovic 5 mál
StÍF - H71 17-34 (7-16)
Toppskjúttar: Hallur Biskopstø og Pætur Thomsen 7 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald