Annað

Team Rynkeby fingið stuðul frá Lions Suðuroy

Lions Suðuroy hevur stuðlað Team Rynkeby í fleiri umførum, og avgerð er eisini tikin um at stuðla teimum í ár, við 25.000 krónum.

Finn Danberg frá Team Rynkeby Føroyum, vinstrumegin, tekur ímóti kekkininum frá Jens Peturi
Brattalíð, forseta í Liona Suðuroy

Finn Danberg frá Team Rynkeby Føroyum, vinstrumegin, tekur ímóti kekkininum frá Jens Peturi Brattalíð, forseta í Liona Suðuroy

2024-05-29 08:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lions Suðuroy: Nú nærkast tíðin tá ið eyðkendu, gul-klæddu súkklararnir í Team Rynkeby aftur fara at súkkla til París á sínum gulu súkklum.

Endamálið við túrunum er at samla pening til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra. Tað er ein grunnur hjá Krabbameinsfelagnum, sum umsitur peningin.

Eyðvitað krevur ein slíkur túrur nógva venjing og og í tí sambandi er súkklarar frá Team Rynkeby mangan at síggja á venjingarferðum á vegunum kring landið.

Síðsta vikuskifti gekk leiðin til Suðuroyar har tey vitjaðu í flestu bygdum, og á ferðini løgdu tey eisini leiðina fram við felagshúsinum í hjá Lions Suðuroy í Hovi. Á ferðini í Suðuroy vóru eisini súkklarar úr Team Rynkeby Danmark við.

Lions Suðuroy hevur stuðlað Team Rynkeby í fleiri umførum og avgerð er eisini tikin um at stuðla teimum í ár. Í hesum sambandi fingu tey ein kekk upp á 25.000 krónur frá Lions Suðuroy, og kekkurin varð handaður teimum uttan fyri felagshúsið í Hovi.

[object Object]
Einir 100 Rynkeby súkklarar løgdu leiðina fram við felagsjúsinum hjá Lions Suðuroy

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder