Annað

Team Rynkeby Føroyar súkklar kring Danmark

Vegna koronu ber ikki til at súkkla til París í ár, og í staðin verður súkklað í Danmark – Ferðin byrjar í Klaksvík hósdagin 8. juli.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-05 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vár varð boðað frá, at tað heldur ikki var møguligt hjá Team Rynkeby Føroyum at súkkla til París í ár vegna koronu, og tí verður súkklað í Danmark í staðin.

Túrurin hjá Team Rynkeby byrjar hósdagin 8. juli. Byrjað verður við einum tiltaki á Helnabrekku í Klaksvík hósmorgunin klokkan 10.30, skrivar Team Rynkeby Føroyar í tíðindaskrivi.

Eftir tiltakið í Klaksvík verða fyrstu 100 km á túrinum súkklaðir, tá ið leiðin gongur til Havnar umvegis Toftir og gjøgnum Sundalagið, áðrenn tey enda í Havn. Á leiðini suður vitjar liðið nakrar av stuðlunum, og møguleiki verður at heilsa upp á súkklararnar.

Skráin fyri túrin hósdagin er henda:

Kl. 10:30: Helnabrekka í Klaksvík
Kl. 11.15: Fráferð úr Klaksvík
Kl. 13.05: Bátafelagið á Toftum
Kl. 13:50: Betri í Saltangará
Kl. 14:25: Bakkafrost
Kl. 15:55: Margáir
Kl. 18:25: Móttøka á Perlutorginum við Reinsaríið

Seinni um kvøldið fara rynkurnar við Norrønu til Danmarkar.

[object Object]

Leygardagin 10. juli kemur liðið so niður, og súkklað verður í Jútlandi, á Fjóni og á nøkrum av lítlu oyggjunum. Eina viku seinni endar túrurin í Hirtshals, tá ið súkklararnir fara umborð aftur á Norrønu og leggja leiðina heim til Føroya.

Á ferðini verða súkklaðir 1260 km.

[object Object]

Á túrinum í Danmark fer Team Rynkeby Føroyar regluliga at leggja myndir út á sosialu miðlarnar, og fólk kunnu fylgja ferðini har.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder