2019-07-06 17:08
Ferðin hjá Team Rynkeby, sum byrjaði í Klaksvík hósdagin 27. juni, er nú komin at enda.
Gleðin var stór hjá bæði súkklarunum og hjá teimum, sum vóru møtt upp at taka ímóti teimum á málstrikuni, tá føroyska Team Rynkeby liðið kom á mál seinnapartin í dag.
Hetta er 6. ferð, at eitt føroyskt Team Rynkeby lið hevur súkklað til franska høvuðsstaðin fyri at savna pening inn til lívshættisliga sjúk børn og familjur teirra í Føroyum.
Til ber at síggja upptøkur frá tá Team Rynkeby Føroyar kom á mál her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald